Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Turkiska málhetjan leikbannaður í tveir dystir fyri fasistiska heilsan

Tað er aftur politisk ballada í EM-endaspælinum. Turkiski verjuspælarin Merih Demiral gjørdi eina heilsan, tá hann skoraði bæði málini í turkiska sigrinum móti Eysturríki, sum verður mett at vera fasistiskt. Verjuspælarin hevur nú fingið leikbann, sambært týskum miðli

Turkiski verjuspælarin Merih Demiral skal bannast í tveir dystir frá UEFA eftir eina heilsan, sum hann gjørdi undir sigrinum hjá liðnum í dystinum móti Eysturríki týsdagin, og sleppur, sambært týska miðlinum Bild, ikki at spæla áttandapartsfinaluna í EM-endaspælinum móti Niðurlondum leygardagin.

26 ára gamli miðverjin skoraði tvær ferðir í 2-1 sigrinum móti Eysturríki og sendi Turkaland víðari til áttandapartsfinaluna fyri fyrstu ferð síðan 2008, men hátíðarhelt seinna málið við at gera eina “úlva heilsan” við fingrunum.

Heilsanin er knýtt at “Gráu úlvunum”, sum er ein ultratjóðskaparlig ungdómsgrein í turkiska tjóðskaparrørsluflokkinum (MHP), sum er samgonguflokkur hjá stjórnarflokkinum AK hjá Tayyip Erdogan, forseta. Heilsanin verður mett at vera fasistisk og er millum annað bannað í Eysturríki, sum var mótstøðuliðið hjá Turkalandi týskvøldið.

– Symbolini hjá turkiskum høgravendum ekstremistum hoyrir ikki heima á okkara leikvøllum, sigur innanríkisráðfrúan í Týsklandi, Nancy Faeser, í einum innleggi um X, fyrrverandi Twitter, og UEFA hevur síðan arbeitt víðari við málinum.

Týska blaðið Bild skrivaði í gjár, at tað hevði fingið upplýsingar um, at spælarin fór at fáa eitt bann í tveir dystir vegna heilsanina, men blaðið upplýsti ikki nakra keldu til sín pástand. Turkiska fótbóltssambandið vísti í gjár eisini søguni aftur.

Enn manglar UEFA at koma við einari útmelding, hóast evropeiska fótbóltssamgongan hevur sagt seg fara arbeiða skjótt við at fáa málið avgreitt.

Turkaland møtir Niðurlondum í fjórðingsfinaluni á Olympiastadion í Berlin leygardagin, ein dystur, har turkiski forsetin, Tayyip Erdogan, væntandi eisini verður til staðar.