Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brá Zakariasardóttir til Fortuna Hjørring

Brá er sloppin inn á akademiið hjá Fortuna Hjørring, har hon fer at ganga í skúla og spæla fótbólt

Brá Zakariasardóttir hevur verið eyðsýnd á vøllinum seinasta árið, bæði fyri B36 og U17-landsliðið við kvinnum, og nú er greitt, at hon fer at royna eydnuna í Danmark.

Aftaná summarferiuna skiftir Brá Gundadal og hvítu blusina út við grønu blusuna hjá Fortuna Hjørring.

Hon er sloppin inn á akademiið hjá Fortuna Hjørring, har hon fer at ganga í skúla og spæla fótbólt.

Hetta er komið í lag eftir royndarvenjing har í eina viku.

Fyrrverandi A-landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lene Terp, er høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Fortuna Hjørring, sum hevur verið í oddinum í donskum fótbólti, og liðið var eisini fyrsta danska liðið at spæla seg í eina evropeiska finalu í 2003, tá Fortuna og Umeå IK úr Svøríki hittust í Champions League-finaluni, ið svenska liðið vann samanlagt 7-1 (tá vórðu tveir dystir spældir).

Brá var sera sjónlig í U17-undankappingini, ið varð hildin í Føroyum fyrr í ár, har hon skoraði trý mál í trimum dystum. Við 3-1 sigri á Rumenia í síðsta dystinum, millum annað við máli frá Brá, so eydnaðist tað føroyska U17-fótbóltslandsliðnum við gentum at vinna B-undankappingina, sum varð avgreidd í Føroyum í mars í ár.

16 ára gamla Brá Zakariasardóttir hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í FC Hoyvík, men skifti til B36 í fjør vetur. Hon var tó darvað av skaðum fyrstu tíðina í B36, men síðan mai í 2023 hevur hon spælt 22 dystir fyri B36, og er skrásett fyri 12 mál.

– Nú er tíðin so komin, sum vit vistu fór at koma fyrr ella seinni. Í hálvtannað ár hava vit notið nógvar góðar løtur saman á vøllinum og uttanfyri vøllin, skrivar B36.