Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanning: Íslendskur meiriluti vil í ES

54,3 prosent av íslendska fólkinum vil hava landið at fara upp í ES, vísir ein nýggj veljarakanning í Íslandi

Yvir helvtina av íslendska fólkinum vil hava landið at fara upp í ES.

Tað vísir kanning, sum íslendska kanningarfyritøkan Maskína hevur gjørt í døgunum 12. til 20. juni, har 54,3 prosent av teimum spurdu vilja hava landið at fara upp í ES.

Ein stórur meiriluti, 74,2 prosent av teimum spurdu, halda, at tað er umráðandi, at fólkaatkvøða verður um fleiri samráðingar um upptøku í ES, tá næsta Altingsvarlið verður, skrivar íslendski miðilin Visir.

Úrslitið av veljarakanningini undrar ikki fyrrverandi forsætisráðharran, Þorsteinn Pálsson, sum heldur, at málið um ES upptøku nú skal á politisku dagsskránna.

– Sjálvandi veit eingin frammanundan, hvat úrslitið verður, men tað er avgerandi, at komandi stjórn fer undir eina nýggja tilgongd og seta nýggja kós fyri Ísland, so veljarin – frá fyrsta degi – veit, hvar hann stendur í hesum týdningarmikla máli, sigur Þorsteinn Pállson við Vísir.

Betur fyri húsarhaldini
Seinasta kanningin vísir eisini, at 66,8 prosent av teimum spurdu halda, at húsarhaldini fara at vera betri fyri, um landið fer í ES.

Ein týðandi faktorur er íslendska krónan, sum er eitt av minstu gjaldoyrum í heiminum.

Her verður róð uppundir, at fer Ísland upp í ES, so verður evran gjaldoyra í Íslandi.

At innføra evruna kann millum annað hava við sær, at íslendskir húsaeigarar fáa atgongd til realkredittlán til góðari prísir, verður nevnt í Visir-greinini.

Eftir ætlan verður val í Ísland næsta ár.