Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrið lænir 900 milliónir krónur

Lánið er tikið til endurfígging

Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Landsstýrið hevur tann 1. juli tikið eitt 15-ára standandi lán upp á 900 milliónir krónur, sum fellur til gjaldingar 1. juli 2039.

Landsbankin skrivar, at effektiva rentan er 3,624 prosent.

– Hesar 900 mió. kr. vera plaseraðar stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið upp á 1,645 mia. kr. skal afturrindast.

– Í mai næsta ár verður væntandi aftur ein lántøka framd uppá ta upphædd, sum restar í (745 mió. kr.), umframt ein upphædd til fígging av hallinum á fíggjarlógini í 2023 og 2024, umframt møguliga til gjaldførið, so landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15 prosent av bruttutjóðarúrtøkuni í gjaldføri. 

Umframt hetta lánið upp á 900 mió. kr., so tók landsstýrið eisini í mai í ár eitt lán upp á 1,1 milliardir krónur. Her er talan um eitt fimm-ára standandi lán við eini effektivari rentu upp á 3,258 prosent.

– Upphæddin upp á 1,1 mia. kr. varð brúkt til at rinda aftur eitt lán, sum fall til gjaldingar 3. juni 2024, skrivar Landsbankin.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.