Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fara nú at gagnnýta jarðhitan á Glyvrum

Skúlin á Glyvrum skal nú hitast upp av heitu vatnkelduni, sum er í undirgrundini beint undir skúlanum

Í 2022 gjørdu granskarar á Jarðfeingi av, at tey skuldu máta hitan niðri í ymisku jarðhitaboringunum kring landið. Í hesum sambandi var millum annað funnin ein heit vatnkelda í undirgrundini beint við skúlan á Glyvrum, ið varð máld til á leið 23 hitastig

Nú eitt hálvtannað ár seinni kann staðfestast, at keldan heldur sær varmanum, og tí hevur verið arbeitt við at gagnnýta orkuna í kelduni.

– Í góðum samstarvi millum Jarðfeingi, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Runavíkar kommunu, so hevur dúgliga verið arbeitt við málinum. Tað mest sjávsagda var at brúka orkuna til upphiting í skúlanum, og metingin er, at hon megnar at hita núverandi skúla og eina ætlaða útbygging og væl tað, skrivar Runavíkar kommuna.

Seinastu sjey árini hevur skúlin á Glyvrum brúkt 45.123 litrar av olju til upphiting, og miðalkostnaðurin av hesum hevur verið 238.024,- krónur um árið.

Arbeiðið at gera eina hitaskipan hevur síðan verið bjóðað út, og lægsta boðið – upp á 1.384.788,77 krónur – átti felagið Zacharis Leitisstein.

Stjórin í Zacharias Leitisstein, Fróði Horn Baldvinsson, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, skrivaðu í farnu viku undir avtalu um at fremja ætlanina í verki.

Jarðfeingi og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið stuðla ætlanini.