Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsins umboðsmaður vil hava Vága kommunu til at dagføra mannagongdir

Umboðsmaðurin hevur givið Vága kommunu eina átalu fyri handfaringina av einum máli, har ein borgari ikki fekk svar upp á umbøn um innlit í egið mál

Ein borgari klagaði til Løgtingsins umboðsmann um, at Vága kommuna ikki svaraði hansara umbøn um innlit í egið mál.

Innlitsumbønin varð send kommununi, tann 5. apríl 2024, og bleiv ikki svarað fyrr enn seks vikur eftir, tá ið kommunan læt umboðsmanninum frágreiðing um málið. Kommunan sendi onga kunning um, at málið ikki kundi avgreiðast innan tíggju dagar og orsøkina til tess. Harumframt sást ikki av lætna innlitinum, hvussu nógv skjøl vóru tilsamans í málinum.

Umboðsmaðurin sigur, at í mannagongdini fyri viðgerð av innlitsumbønum hjá Vága kommunu stóð, at innlitsumbønir skuldu avgreiðast innan tíggju yrkadagar.

– Hetta var ikki í samsvar við § 16, stk. 2 í innlitslógini og fyrisitingarlógini. Teir tíggju dagarnir eru ikki at skilja sum einans yrkadagar. Allir dagar telja við. Harumframt er endamálið við ásetingunum í § 16, at innlitsumbønir eiga at verða viðgjørdar við einum serligum skjótleika og ikki uttan serliga orsøk taka longri tíð, enn neyðugt er, stendur at lesa í niðurstøðuni.

Í kanning hjá umboðsmanninum frá november 2023 um viðgerð av málum um alment innlit í størru kommununum hevði umboðsmaðurin mint Vága kommunu á lógarásettu krøvini til viðgerðartíð, at játtanarskriv eiga at sýna greitt, hvussu nógv skjøl eru tilsamans í málinum, og um innlit verður latið í tey øll.

Umboðsmaðurin hevur tí givið Vága kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum og hevur mælt kommununi til at dagføra mannagongdina fyri viðgerð av innlitsumbønum.

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her