Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogbóltur: Lutakast til Challange Cup

Mjølnir fær ukrainska mótstøðu, meðan Fleyrkvinnur skulu til Niðurlond

Lutakast hevur verið til CEV-Challange Cup hjá monnum og kvinnum í dag

Mjølnir skal í ár spæla ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. – 10 oktober. Returdysturin verður so 15. – 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík.

– Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni. Staðfest verður eisini seinni, hvar útidysturin hjá Mjølnir skal leikast, tí hann verður ikki spældur í Ukraina, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Í oktober í 2023 luttók Mjølnir eisini í hesi kapping fyri fyrstu ferð, tá mótstøðuliðið var niðurlendskt. Fyrri dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík, og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og loypti hvøkk á niðurlendska mótstøðuliðið. Dysturin endaði tó 3-1 til niðurlendska liðið, sum fótaði sær aftur og vann dystin.

Fleyr niðurlendska mótstøðu

Hetta er fyrsta ferðin, at Fleyr luttekur í altjóða CEV kapping. Flogbóltsfelagið Dráttur vann í 2023/2024 bæði Bónus-kappingina og Føroya Tele-kappingina. Men tá Dráttur ikki ynskti at taka lut í evropiskari kapping í 2024, tóku silvurvinnararnir úr Fleyr av og meldaðu sítt kvinnulið til.

Fleyr skal fyrst spæla útidyst ímóti Friso SNEEK úr Niðurlondum.

Fyrri dysturin hjá Fleyr verður í døgunum 8. – 10 oktober, meðan returdysturin verður í høllini á Hálsi ein av døgunum 15. – 17. Oktober, og her verður eisini endaliga dagfestingin ásett seinni í vikuni.