Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lava setir gaggurnar

Andreas Lava Olsen gevst at spæla fótbólt á hægsta stigi

Lavamaðurin, Lava, ja, soleiðis hevur fótbóltsspælaran Andreas Lava Olsen ofta verið róptur, ið ofta hevur verið nevndur fyri at hava X-factor á vøllinum. Nú er hann givin at spæla fótbólt á hægsta stigi.

Mong minnast landsliðsmálið frá 2009, tá hann rann frá eysturríksku verjuni og minkaði um munin 3-1, at her búði okkurt serligt í leirvíkinginum.

Lava er leirvíkingur við stórum L, og hevur eisini tattoverað LÍF-logo´ið á kroppin, men hevur ofta átt ein avgerandi leiklut, tá samanlagda liðið í Eysturkommunu hevur spælt avgerandi dystir.

– Lava, sum vit betra kenna hann sum, hevur spælt fyri besta liðið hjá okkum, síðan felagið varð stovnað (í 2008, jour.), fyri uttan eitt tíðarskeið, tá hann spældi uttanlands. Áðrenn hetta spældi hann fyri besta liðið hjá LÍF. Við síni litføgru persónligheit, hevur Lava eisini sett sín dám á skiftirúmi, har tað nú verður eitt tómrúm at fylla, skrivar Víkingur.

Tað bleiv til 239 dystir í bestu deildini, 38 dystir í kappingini um Løgmanssteypið, tveir stórsteypadystir og 18 A-landsdystur fyri Føroyar, sambært Faroesoccer, har hann er skrásettur fyri tvey mál.

Seinastu árini hava verið nógv merkt av skaðum hjá leirvíkingunum, og hevur ikki spælt í ár, hevur nú valt at steðga á hægsta stigi.

– Saknur verður í Lava á vøllinum, men vit vóna at síggja hann aftur í øðrum leiklutum fyri felagið. Takk fyri títt íkast, Lava, skrivar Víkingur.