Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Southgate takkar fyri seg

Enski landsliðsvenjarin hevur sagt seg úr starvi eftir annan finaluósigurin á rað til eitt EM-endaspæl

The Three Lions, sum enska landsliðið í fótbólti verður nevnt, tapti EM-finaluna sunnudagin 2-1 fyri Spania í Berlin, og fyri trimum árum síðan tapti Ongland EM-finaluna í brotssparkskapping fyri Italia á Wembley.

53-ára gamli Southgate stýrdi sínum landi í 102 dystir í átta ár. Sáttmálin hjá honum gekk út seinni í ár.

– Sum stoltur onglendingur, so hevur tað verið mín lívs heiður at spæla fyri Ongland og at stýra Onglandi, sigur Southgate, sambært BBC.

Víðari sigur hann, at starvið hevur týtt alt fyri hann, og at hann hevur givið sítt alt fyri liðið, men at tíðin nú er búgvin til broytingar og til ein nýggjan kapittul.

Southgate er einasti venjari hjá Onglandi, sum síðan HM-sigurin í  1966, tá Sir Alf Ramsey var venjari, sum hevur ført enska landsliðið í eina stóra finalu.

Hann stýrdi Onglandi í fýra stórum kappingum, og kom eisini í hálvfinaluna í HM í 2018 og áttandapartsfinaluna í 2022.

BBC skrivar, at trýstið vaks á hann í summar, og nógvir fjepparar hildu, at hann ikki fekk nokk burturúr einum evnaríkum hópi av spælarum.

Nakrir enskir viðhaldsmenn kastaðu eisini plastikkoppar eftir honum eftir 0-0 javnleikin móti Slovenia, sum tryggjaði Onglandi víðari luttøku í EM-endaspælinum.

Men so við og við, sum Ongland vann seg víðari í kappingini, fekk hann stuðul aftur frá viðhaldsfólkum.

– Hópurin, sum vit tóku við til Týsklands, er fullur av spennandi ungum talentum, og teir kunnu vinna steypið, sum vit øll droyma um, leggur Southgate afturat.

– Vit hava heimsins bestu fjepparar, og teirra stuðul hevur havt alt at týða fyri meg. Eg eri ein fjeppari, og tað fari eg altíð at vera. Eg gleði meg at hyggja at og hátíðarhalda, meðan spælararnir fara at skapa fleiri serlig minnir, knýta tjóðina saman og geva tjóðini íblástur, sum vit vita, at teir kunnu.

Les eisini...  Jákup helt at B68 hevði uppiborið betri

– Takk fyri, Ongland – takk fyri alt, sigur Gareth Southgate.