Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sir Alex Ferguson er einsamallur

Sir Alex og Cathy møttust fyri fyrstu ferð í 1964 og vóru gift í næstan 60 ár.

Í gjár doyði kona Sir Alex Ferguson, Lady Cathy Ferguson. Cathy varð 84 ára gomul. Hon var ein av trimum systrum og familjan er sorgarbundin av hesari hending og hevur biðið um frið í hesum tíðum.

Hjúnið áttu tríggjar synir saman – Mark, Darren og Jason og 12 ommu- og abba børn.

Sir Alex, lýsir Lady Cathy Ferguson sum hansara fundament og greiðir frá, at kona hansara, var einasti persónur í heiminum, ið hann ikki svaraði aftur.

Navnframi venjarin fortelur hetta um hjúnarbandið við Cathy: “Hon er undurfull við børnunum. Tað er ein hernaðarligur rakstur. Um ein teirra skikkar sær illa, verða tey koyrd í hundahúsið”.

Í 2011 vórðu spurnartekin sett við framtíðina hjá Sir Alex í Manchester United. Sir Alex svaraði soleiðis: “Eg verði ikki venjari her í meir enn trý ár afturat, í mesta lagi. Tað er ongi ivi í hesum. Tað eri eg sannførdur um”.

“Ein má hugsa um, at nýta tíð sjálvur. Eg haldi, at kona mín hevur eisini uppiborið mína tíð. Eldri ein verður, verri gerast skuldarkenslurnar.

“Kona mín, Cathy, tosaði meg burtur úr pensión seinast, men hevði ikki gjørt hetta í dag.”

Í 2013, segði Sir Alex seg úr starvi sum venjari hjá Manchester United.