Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

USA ger Ísrael vart við talið av deyðum í Gaza: – Hetta kann ikki góðtakast

USA hevur sagt við Ísrael, at talið av sivilum fólkum, sum eru dripin í Gaza, er so stórt, at tað verður ikki góðtikið

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur sagt við tvey ísraelsk embætisfólk, at talið av sivilum fólkaskaðum í Gaza er “óhóskandi høgt”.

Tað sigur ein talsmaður hjá ráðnum, Matthew Miller, sambært tíðindastovuni AFP.

Seinastu dagarnar hevur ísraelski herurin framt fleiri deyðilig álop í Gaza.

Leygardagin doyðu í minsta lagi 90 fólk undir einum álopi á eina tjaldlegu í býnum Khan Younis. Sambært Hamas, so vóru tey øll sivilfólk. Um vikuskiftið doyðu 15 fólk í einum álopi á ein skúla.

Talið av deyðum eftir hesi bæði álop kemur frá Hamas.

Mánadagin fekk Blinken vitjan av tveimum ísraelskum embætismonnum. Ron Dermer, ið er ísraelskur ráðharri í strategiskum málum, og Tzachi Hanegbi, sum er trygdarráðgevi í Ísrael.

Her vísti amerikanski uttanríkisráðharrin á “álvarsliga stúran fyri seinastu sivilu fólkaskaðunum í Gaza”.

Ísraelski herurin sigur, at álopið á tjaldleguna hjá Khan Younis varð ætlað tveimum fólkum; Mohammed Deif, ið stendur á odda fyri al-Qassem-brigadunum, hernaðarveinginum hjá Hamas, og Rafa Salama, sum stendur á odda fyri Khan Younis-brigadini hjá Hamas.

Ísrael hevur sjálvt boðað frá, at seinni varð dripin í álopinum.

Hinvegin hevur ein dulnevndur leiðandi limur í Hamas ført fram, at Mohammed Deif er óskaddur og hevur tað gott.

Vitjanin hjá ísraelsku embætisfólkunum hendir fáar dagar áðrenn forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, væntandi fer at røða í kongressini í USA tann 24. juli.

USA hevur í stóran mun, serliga í byrjanini av krígnum, stuðlað Ísrael.

Kríggið byrjaði 7. oktober í fjør, tá Hamas framdi álop á Ísrael, har 1.195 fólk vórðu dripin, sambært ísraelskum tølum.

Hamas tók eisini 251 gíslar. Av teimum eru 116 enn fangað í Gasa, meðan 42 eru deyð, sambært ísraelska herinum.

Les eisini...  Ísrael á ákærubonkinum í altjóða dómstólinum í Haag fyri fólkamorð

Álopið hjá Ísrael á Gasa hevur síðan kostað í minsta lagi 38.584 fólkum – fyrst og fremst sivilum – lívið, vísa tøl frá heilsumyndugleikunum í Gasa, sum Hamas hevur eftirlit við.

/ritzau/