Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsuljós í miðbýnum í Havn verða nú umvæld

Í hesum sambandi eru ljósini sløkt nakrar tímar í dag

Herfyri hevði eitt akfar rent á eitt ferðsluljós í miðbýnum í Havn. Ferðsluljósið fekk nakað av skaða, og hevur staðið í hálvum gekki nú í nakrar vikur.

Men í morgun eru fólk farin at umvæla hetta ferðsluljósið, og tí eru ferðsluljósini sløkt í nakrar tímar í dag.

– Vit umvæla ferðsluljósini í Steinatúni 17. juli 2024 frá klokkan 10.30 til klokkan 16. Ferðsluljósini í Steinatúni eru sløkt, meðan arbeiðið fer fram. Vit heita á fólk og bilførarar um at vísa varsemi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.