Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ingi Olsen venjari hjá bæði monnum og kvinnum

Hann var høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum í Vestanna í fjør, men í ár verður hann eisini venjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF

– Eg havi góðar hjálparvenjarar afturat mær, so tað verður ikki ein trupulleiki.

Tað sigur Ingi Olsen, sum komandi kappingarár fer at venja bæði besta mansliðið og kvinnuliðið hjá VÍF, tá spurt verður, hvussu logistikkurin skal ganga upp, tá venjingar og dystir eru á skránni, nú hann verður venjari hjá báðum liðum.

Bjarta Hansen verður hjálparvenjari hjá monnunum, meðan Johnny Joensen verður hjálparvenjari hjá kvinnunum.

Vestmanna hevur altíð verið kallað hondbóltsbygd burturav, og hondbólturin hevur upp gjøgnum tíðirnar altíð verið væl umtóktur.

Seinasta kappingarár vunnu mennir í Vestmanna grundspælið, men VÍF tapti samanlagt fyri KÍF í tríðju og avgerandi hálvfinaluni, tá KÍF fekk avgerandi málið í síðstu løtu av dystinum.

Í ár verður arbeiðssetningurin øðrvísi, nú mansliðið missir nakrar spælarar.

– Tað verður nakað av frágongd, so vit mugu byggja liðið upp av nýggjum við ungum spælarum og royna at stabilisera liðið aftur, sigur VÍF-venjarin.

Greitt er, at VÍF missir Bjørgvin-beiggjarnar, Jóhannes og Kristoffur, Hallur Arason fer at spæla við Aftureldingar í Íslandi, og so verður heldur ikki roknað við Magnusi Müller og Hanusi Christoffersen til komandi kappingarár. Tað verður heldur ikki roknað við, at liðið fer at styrkja seg.

Mangla ein málverja
Kvinnurnar hjá VÍF endaðu nummar fimm í grundspælinum, og liðið kom í hálvfinaluna í Faxe Kondi-steypakappingini, har liðið tapti samanlagt fyri Kyndli.

– Kvinnuliðið fer at síggja stórt sæð tað sama út. Vit missa onkran strikuspælara, men vit mangla ein málverja. Vit hildu okkum hava fingið ein útlendskan málverja, men hon kemur ikki alíkavæl, nú hon hevur valt at taka av einum øðrum møguleika. Men vit leita eftir einum málverja, og eydnast tað, so rokni eg við, at liðið kann fara at klára seg betur enn farna kappingarár, sigur Ingi Olsen.

Les eisini...  (Bátaradio) Hoyr samrøðu við Johan Dahl

Lutakast til European Cup
Bæði mans- og kvinnuliðið hjá VÍF fara at taka lut í European Cup. Lutakast var í gjár, og kvinnurnar skulu spæla móti Jomi Salerno úr Italia.

64 lið luttaka í kappingini, sum verður spælt í viku 40 og 41, fyrst í oktober.

Menninir hjá VÍF trektu Handball West Wien úr Eysturríki í 2. umfari av European Cup.

20 lið spæla í 1. umfari, men VÍF spælir í 2. umfari, har 64 lið koma at kappast. Spælt verður í viku 42 og 43, miðskeiðis í oktober.

– Hetta eru øðrvísi og spennandi uppgávur, tá liðini spæla í Evropa, men hetta er eisini ein góður máti at brynja liðini til framtíðina; at liðini spæla í Evropa, har mótstøðan er øðrvísi, enn hon er í føroysku kappingini, sigur Ingi Olsen.

Vestmanna Ítróttarfelag varð stovnað 17. mai 1939. VÍF byrjaði at hava kvinnuhondbólt longu tá felagið varð stovnað, meðan manshondbólturin byrjaði trý ár seinni í 1942.

Tey fyrstu árini varð spælt inni á Fjarðasandi, síðan var farið niðan á Gomluplen. Seinni varð spælt á vøllinum við skúlan. Nøkur ár hevði felagið heimavøll í ítróttarhøllini á Skála, men í 1986 varð ítróttarhøll bygd í Vestmanna, og síðan tá hevur felagið havt venjingar har og spælt heimadystirnir har.