Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Upphiting í OY áðrenn landsdystin móti Norðurmakedónia

Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY áðrenn dystin móti Norðurmakedonia mikudagin 8. mai

Lat teg í tína bestu landsliðsblusu og kom til upphiting á OY mikudagin 8. mai, áðrenn føroyska A-landsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Norðurmakedónia um eitt pláss í HM-endaspælinum.

Væleydnaða uppskriftin úr Berlin í januar í ár við Eyðun & Terja og RSP verður endurtikin, so hvíti múrurin møtir sterkur og væl ‘hitaður’ upp í høllini á Hálsi til landsdystin mikudagin.

Tiltakið byrjar klokkan 16, mikudagin 8. mai.

Fyriskipararnir siga, at tað er ókeypis atgongd til upphitingartiltakið, um tú ert í landsliðsblusu, men at tað er onki krav, hvørja landsliðsblusu tú fert í – bara hon umboðar Føroyar.

– Um tú onga landsliðsblusu eigur, so ber til at keypa EM-blusuna frá Berlin í OY-sjoppini. Hon kostar einans 100 krónur, og allir pengarnir fara óskerdir til Eydnudeildina, skriva fyriskipararnir.

Fjepparaætlan til dystin kemur seinni.

Til ber at lesa meira um fjepparatiltakið á berlin.fo