Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú koma føroysku fótbóltskortini aftur

Tey hava verið sera væl umtókt, og nú fer skjótt at bera til at keypa tey aftur, fótbóltskortini

– Endiliga kunnu vit kunngera, at føroysk fótbóltskort koma út í handlarnar í summar.

Tað kunnger felagið, Fótbóltskort, á sínum Facebook-vanga.

Hesa seinastu tíðina hava nógv fótbóltskort verið at sæð millum børn, nú EM-endaspælið hevur verið á skránni, og áður hevur italska felagið Panini gjørt fótbóltskort í fleiri ár.

Føroysku fótbóltskortini vera at fáa í næstum, og hvør kemur við hesari kunning? Jú, sjálvasti Fabrizio Romano, sum er kendi journalisturin, ið plagar at kunngera, tá stór spælaraskifti eru á veg.

– Í næstan fimm ár hava Føroysk Fótbóltskort ikki verið at sæð í Føroyum, men nú eru tey næstan klár. Vit koma at kunngera øll feløgini við øllum spælarum, her á Facebook, Tiktok og Instagram, skrivar Fótbóltskort.