Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dominik Szoboszlai verður nýggjur leikari í Liverpool

Dominik Szoboszlai hevur staðið læknakanningina og verður vantandi kunngjørdur ímorgin.

Í gjár var okkum kunnugt, at Liverpool hevði innloyst klausulin, um at keypa tann 22 ára gamla Dominik Szoboszlai úr RB Leipzig.

Prísurin er 70 mió evrur, svarandi til kr. 521,3 mió.

Nú er læknakanningin staðin og hann vantast at verða kunngjørdur sum nýggjur Liverpool leikari ímorgin, sambært Fabrizio Romano.

Longdin av sáttmálanum er 5 ár.

Szoboszlai hevur leikt við RB Leipzig síðani veturin í 2021 og hevur leikt 91 dystir fyri felagið, síðani hann kom úr systurfelagnum RB Salzburg.

Alexis Mac Allister var keyptur tíðliga í juni og Liverpool fær tí tilgongd av einum miðvallara afturat.