Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Malmö FF hevði lisið upp á

Svenska meistaraliðið, Malmö FF, varð blivið ávarað áðrenn dystin, at tað ikki eigur at bera til hjá einum svenskum meistara at tapa fyri einum liði úr Føroyum. Heimaliðið var sera ágangandi allan dystin og legði trýst á, so KÍ til tíðir hevði sera trupult við at fáa spælið at koyra, og vann eisini dystin uppiborið 4-1

Malmö FF 4 – KÍ 1 (3-0 í hálvleikinum)

Eleda Stadion, Malmö:

“Häcken misslyckades i fjol, men i år gör inte Malmö FF samma misstag mot Klaksvik!”

So greið var niðurstøðan hjá miðlinum Gasette til Malmö FF frá miðlinum, ið skrivar um fótbólt í Skáni og Svøríki generelt.

Ole Törner, ið er ítróttarjournalistur fyri Gasetten, og skrivar nógv um Malmö FF, skrivaði undan dystinum , at manglandi tol kann vera absolutt størsti fíggindin hjá Malmö FF – ella bara MFF – sum vísir á, at tríggjar ferðir hevur MFF spælt seg víðari til Champions League bólkaspælið, men at tað hevur verið hart og torført hvørja ferð at koma í bólkaspælið.

Hann vísir á, at tað er ein ávaring, men at tað eisini er ein áminning um, at tað er ein avgerandi yvir minst 180 minuttir og at manglandi tolsemi kann vera tann absolutt størsti fíggindin.

Eisini venjarin hjá MFF, Henrik Rydström, segði á tíðindafundinum í gjár, at tað fór ikki at vera lætt móti KÍ, og tí mátti bæði spælarar og viðhaldsfólk hava gott tol yvir 180 minuttir móti føroyska liðnum.

– Liðið úr Klaksvík trívist væl at liggja djúpt, so um okkara áskoðarar halda, at vit fara at síggja ein málríkan dyst, so taka tey feil, vísti venjarin á.

KÍ byrjaði eisini dystin í nú vælkenda stílinum – við fimm í verjuni, fýra á miðjuni og Pátt sum einsamalla manni í álopinum – har liðið var sera verjukent. Fyrstu løtuna av dystinum hendi ikki nógv. Heimaliðið var gamaní greitt omaná, men tað sást ikki aftur í málmøguleikum.

Les eisini...  Mentanarnátt á Tvøroyri 5. juli

Klaksvíkingar dúvaðu upp á deyðbóltar, og løgdu nógv fyri, tá fríspørk, innkøst og hornaspørk – ella rættari sagt hornaspark, tí KÍ hevði bara tað eina í fyrra hálvleiki.

Tað sá heilt skilagott út fyrstu løtuna av dystinum, har KÍ hevði dystin, sum KÍ vildi hava hann, men í fyrsta veruliga málmøguleika í dystinum, legði heimaliðið seg á odda 1-0, eftir at 21 minuttir vóru spældir, tá Lasse Berg Johnsen legði heimaliðið á odda við góðum langskoti.

Heimaliðið vildi meira, nú teir høvdu fingið hol á, og tí helt Malmö fram við ágangandi spæli, meðan KÍ ikki fekk samanspælið at koyra, tí tað høvdu KÍ-spælararnir mestsum ongantíð tíð til, tí skáni-menn vóru sera ágrýtnir og kroystu KÍ-arnar at spæla langar bóltar.

Men tá heimaliðið ikki veruliga fekk spælt seg til málmøguleikar, so fingu teir hjálp frá KÍ, tá 37 minuttir vóru spældir, tá Claes Kronberg, sum í dag spældi vongverji í vinstu, helt seg hava ov góða tíð, og tá hann bleiv kroystur av Malmö-spælara, so spældi hann seg av við bóltin í egnum brotsteigi, og tað varð revsað beinanvegin, 2-0 til Malmö FF við máli, ið Hugo Bolin skoraði.

Mótbrekkan gjørdist enn brattari, tá Lasse Berg Johnsen beint fyri hálvleik slapp ómakaleyst at spáka sær inn í KÍ-brotsteigin og spæla sær møguleikan enn størri, og legði so bóltin spakuliga inn í KÍ-málið, so støðan í hálvleikinum var 3-0 til heimaliðið.

Um KÍ-spælararnir og tey umleið 150 KÍ-viðhaldsfólkini hildu, at heimaliðið fór at slakka av í seinni hálvleiki, so fóru tey skeiv, tí Malmö helt fram, har liðið slepti í fyrra hálvleiki, og tað sama gjørdu tey umleið 18.250 Malmö-viðhaldsfólkini, ið koyrdu á sítt lið, og tað var bæði við tilgjørdum ABBA-sangum og øðrum tónleikahittum frá 80-unum.

Les eisini...  Real Madrid er favorittur at vinna Champions League

Men eftir at ein tími var spældur av dystinum, kom øði í grindina, tá ein bannari varð strektur út millum harðrendu viðhaldsfólkini hjá heimaliðnum. Hetta var ein bannari hjá Malmö Brigaduni, og tað hóvaði heimaáskoðarunum als ikki.

“Út við hasum tvætlinum”, hoyrdist róp aftanfyri har, sum miðlarnir halda til á Elada-leikvøllinum, og skjótt sóust løgreglulið koma til hendan bólkin, sum vórðu mansvard restina av dystinum.

Fyri at koma inn í hesa Brigaduna, so ert tú fyrst royndarlimur, og tú verður biðin um at fremja revsiverdar gerðir fyri at prógva teg. Á ársfundi ella limafundi verður avgjørt, um royndarlimirnir skulu uppstigast til at gerast fullgildir limir og fáa sína bólkablusu, men tað bæði sást og hoyrdist á restini av áskoðarafjøldini, at tey ynskja hendan bólkin, har piparið grør.

Hetta tóktist órógva góða stemningin kring leikvøllin, og tað fekk KÍ at rakna við eitt sindur eisini.

Eftir at Patrick da Silva, Joseph Michael Williams og Deni Pavlovic vóru skiftir inn fyri Claes Kronberg, Páll Klettskarð og René Shaki Joensen, kom eitt sindur meira orka aftur í KÍ-spælið, og í einum hendinga álopi hjá KÍ miðskeiðis í seinna hálvleiki, so kom Árni Frederiksberg brádliga at standa rættiliga fríur í brotsteiginum hjá Malmö, og sjálvandi minkaði hann um munin, tá hann fekk møguleikan og trillaði bóltin millum beinini á Johan Dahlin í Malmö-málinum, 3-1.

Heimaliðið legði aftur trýst á, men við nøkrum heilt góðum bjargingum frá Mark Fabricius Jensen, so helti danin KÍ inni í dystinum, men kundi einki gera, tá 37-ára gamli danin hjá heimaliðnum, Søren Rieks, fimm minuttir fyri leiktíð kundi smekka bóltin í málið, so støðan gjørdist 4-1 til heimaliðið, ið eisini gjørdist endaliga støðan.

Les eisini...  Diana J. Hansen um Dansieksperimentið 2023

Um eina viku møtast liðini aftur við Djúpumýrar, og tá má KÍ gera tað ómøguliga, at vinna við í minsta lagi trimum málum, fyri at halda lív í hesari uppgerðini, og tað er kanska ein ov stórur biti hjá KÍ-spælararunum at gloypa.

Byrjanaruppstilling (3-4-3): Mark Fabricius Jensen – Odmar Færø, Cedric Yambere, Alexander Berntsson – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Albert Ejupi, Joannes Danielsen – Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken