Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Esbjerg forenede Boldklubber 100 ár

Talan er um upp- og niðurtúrar.

Elsta móðurfelagið í Esbjerg forenede Boldklubber, Esbjerg Boldklub af 1898, varð stovnað 1. mars 1898 og 14. mai 1911 varð Esbjerg Amatørklub af 1911 stovnað.

Tað var 23. juli 1924, at feløgini E. B. 98 og Esbjerg Amatør Klub (EAK) løgdu saman og stovnaðu Esbjerg forenede Boldklubber. Longu dagin eftir spældi EfB fyrsta dystin ímóti Kolding og fyrsta royndin eydnaðist sera væl, tí EfB vann 7-0.

Fyrsta fótbóltsliðið hjá EfB var mannað soleiðis: Ole Gahrn; Chr. Urhøj og Sillas Thomsen; Niels Petersen, Ragnv. Mathiesen og Olaf Brockhoff; Carl Gravesen, Børge Schmidt, Einar Meilvang, Viggo Thygesen og Holger Larsen.

Bæði í 1927 og 1928 endaði EfB í jútsku finaluni, men tapti eisini báðar ferðir. Hinvegin fekk felagið ein nýggja leikvøll í 1929.

Í 1931 flutti EfB upp í bestu deildina á fyrsta sinni. EfB vann avgerandi dystirnar ímóti Helsingør; 3-0 úti og 5-1 heima. EfB endaði á 5. plássi fyrsta árið í bestu deildini. Tvey tey fyrstu árini vóru góð, men síðani kom stígur í. Felagið flutti niður tvey ár á rað og í 1939 var felagið aftur jútsku í meistaradeildini, har alt byrjaði. Felagið forsømdi eitt ættarliðsskifti og fleiri leikarar fluttu eisini úr býnum.

Undir krígnum batnaðu úrslitini og í 1942 vann felagið sína økiskapping, meðan EfB vann 2. deild í stórum stíli í 1949.

EfB spældi í bestu deildini í 1950-árunum, men í 1954 mundi gingið galið. Undan seinasta dystinum skuldi EfB vinna, meðan B93 skuldi seta stig til. 15.000 áskoðarar vórðu stúvaðir saman á Atletikstadion, meðan túsund onnur ikki sluppu inn. Svend Laugensen gjørdist stóra hetjan, tá hann skoraði móti dystarenda.

Les eisini...  O, móðurlandið!

Ungarin Lajos Szendrődi spældi ein stóran leiklut, tá EfB byrjaði at gera um seg í donskum fótbólti. Hann hevði verið venjari hjá Køge Boldklub, sum í 1954 vann meistaraheitið. Tað var eisini fyrstu ferð, at eitt felag uttan fyri Keypmannahavn vann meistaraheitið. Í 1956 stjórnaði hann EfB, sum vann silvurkrónurnar og tað vóru eisini fyrstu heiðursmerkini í søgu felagsins. Millum stjørnurnar vóru Jens Peder Hansen og Egon Jensen.

Árið eftir førdi Lajos Szendrődi EfB í steypafinaluna, men liðið tapti 0-2 fyri AGF. Sama ár stjórnaði Szendrődi danska landsliðnum, sum 21. oktober 1956 spældi 1-1 ímóti Svøríki í Stockholm.

Undir eysturríkaranum “Rudi” Strittich eydnaðist EfB at vinna meistaraheitið í 1961 og 1962. Fyrsta meistaraheitið vann EfB eftir ein 2-1 sigur í Køge seinasta leikumfar. Árið eftir tryggjaði EfB sær meistaraheitið longu tá fýra umfør vóru eftir at spæla. Á liðnum spældu sjey landsliðsleikarar: John Madsen, Jens Petersen, Carl Bertelsen, Erik Gaardhøje, Preben Jensen, Egon Jensen og Carl Emil Christiansen. EfB hevði allarhelst havt 8 landsliðsleikarar ímóti Malta (3-1) og Turkalandi (1-1), um Jens Jørgen Hansen ikki var skaddur. Harumframt hevði Jens Peder Hansen júst takkað fyri seg á landsliðnum.

Rudi Strittich fór til Viborg, men undir leiðslu av Arne Sørensen, sum hevði stjórnað Danmark til OL-silvur í 1960, fekk felagið eitt hattrick, tá tað aftur eydnaðist at vinna meistaraheitið í 1963. Undir hansara leiðslu vann felagið eisini steypafinaluna í 1964.

Í 1965 vendi Rudi Strittich aftur til felagið og EfB gjørdist aftur meistari. Í 1968 var EfB 7 minuttir frá at vinna meistaraheitið undir leiðslu av Richard Møller Nielsen, sum seinni førdi Danmark til euopameistaraheitið í 1992, men gullið endaði hjá KB, hóast gullheiðursmerkini vóru á Esbjerg leikvøllinum. Árið eftir mátti EfB aftur tungu leiðina niður í 2. deild og í 1972 gekk heilt galið, tá felagið flutti niður í 3. deild.

Les eisini...  AB-EB/Streymur beinleiðis á FM1 leygardagin klokkan 14

Undir leiðslu av Egon Jensen flutti felagið uppaftur í bestu deildina í 1974 og vann steypakappingina í 1976 á øðrum sinni. Í 1977 vendi Rudi Strittich enn einaferð aftur til felagið og fyrsta árið gjørdist liðið tveyari í kappingini um meistaraheitið, árið eftir var liðið í steypakappingini, áðrenn tað eydnaðist at vinna meistaraheitið fyri fimtu ferð í 1979.

1980-árini vóru ikki góð, men í 1985 var liðið í steypafinaluni, men í 1986 flutti liðið niðuraftur. Fíggjarliga skramblaði felagið saman og yrkisfótbólturin fór av knóranum. Bestu leikararnir skiftu eisini felag.

Viggo Jensen varð settur sum venjari í 1998 og árið eftir flutti liðið upp í bestu deildina eftir fráveru upp á 13 ár. Fyri fyrstu ferð kundi EfB rópa seg eitt Superliga-felag, men flutti beinleiðis niðuraftur.

Ove Pedersen tryggjaði EfB fyrstu heiðursmerkini í 25 ár, tá liðið endaði á 3. plássi í 2004. Um somu tíð hevði felagið góðar málskjúttar sum Jan Kristiansen, sum í 2002 gjørdist deildur toppskjútti við 18 málum og Tommy Bechmann, sum í 2004 gjørdist toppskjútti við 19 málum.

Í 2006 hevði EfB møguleikan at vinna fyrsta steypið síðani 1979, tá liðið møtti Randers FC úr næstbestu deildini í steypafinaluni, men tað eydnaðist Randers FC at vinna 1-0 eftir longda leiktíð. Tvey ár seinni tapti EfB fyri Brøndby í steypafinaluni.

Eitt plástur upp á sárið var, Blue Water Arena varð vígdur í 2009 og tikin í nýtslu, men í 2011 noyddist EfB aftur tungu leiðina niður í næstbestu deildina.

Tað eydnaðist endiliga aftur at vinna steypafinaluna í 2013, tá málið hjá Youssef Toutouh í 55. minutti tryggjaði EfB steypið. Heilt nágreiniligt vísti klokkan 54.28 minuttir, tá Martin Braithwaite í tveimum umførum royndi at senda innfyri og maðurin, sum EfB hevði leigað í FCK og tískil hevði Ítróttaparkina sum heimavøll, Youssef Toutouh, kom flúgvandi og beindi bóltin í málið. 15.000 ovfarakátir áskoðarar úr Esbjerg.

Les eisini...  Strandferðslan skipar Mykinesleiðina við plássbílegging

Steypasigurin gav europeiska luttøku, har EfB møtti franska AS Saint-Étienne í frásáldingardystum. Púra óvæntað eydnaðist tað at vinna 5-3. Fyrst 4-3 heima og síðani ein 1-0 sigur í Fraklandi. EfB endaði í bólki saman við eysturríkska Salzburg, svenska Elsborg og belgiska Standard Liège. EfB royndist væl, endaði á 2. plássi og vann sær víðari luttøku, men í sekstandapartsfinaluni vann Fiorentina samanlagt 4-2.

Longu í 2017 var aftur galið, tá liðið flutti niður, men liðið flutti beinleiðis upp aftur árið eftir. Í 2020 flutti liðið niðuraftur og í 2022 flutti felagið niður í 2. deild eftir, at umstríddi Peter Hyballa varð settur sum venjari av amerikonsku eigarunum, sum høvdu keypt felagið árið fyri. Hyballa fekk bert nakrar fáar mánaðir við róðrið, men skaðin var stórur.

Felagið er endiliga aftur í bestu deildini, men nú á donskum hondum og við miðvísari ætlan.

Høvuðskelda: EfB fejrer 100-års jubilæum: Her er klubbens op- og nedture (migogesbjerg.dk)