Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Strandferðslan skipar Mykinesleiðina við plássbílegging

Í summar verður flutningurin av ferðafólki út í Mykines skipaður við plássbíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni

Komandi summar verður flutningurin av ferðafólki út í Mykines skipaður við plássbíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni umframt einum túri aftrat í summarferðaætlanini.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Siglingin út í Mykines er við bátinum Jósupi, ið Strandferðslan leigar frá Sp/f Mykines. Avtalaður er nú ein túrur aftrat í ferðaætlanina, so at dagtúrar hjá ferðafólkunum nú vera fýra heldur enn seks tímar.

Ferðafólk við báti í Mykines kunnu nú keypa ferðaseðilin á bíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni á www.ssl.fo ella á www.mykines.fo.

Í samband við, at keypast kann gjøgnum heimasíðuna hjá Strandferðsluni, so er eisini nýggj ferðaætlanin kunngjørd.

Summarferðaætlanin við trimum túrum er allar vikudagar frá 1. mai til 31. august, meðan vetrarferðaætlan er í apríl og frá september til og við heystfrítíðina við einum túri tríggjar dagar um vikuna.

Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at í 2019 ferðaðust nærum 30 túsund ferðafólk við Jósupi í Mykines, men síðan hevði korona stóra minking við sær. Í fjør var ferðingin umleið 25 túsund ferðafólk, og ferðafólkatalið verður helst hægri í ár, skrivar heimasíðan.