Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Triðja ættarliðið á íslendska landsliðnum

Tríggir brøður kunnu spæla saman við pápabeiggjanum á íslendska A-landsliðnum.

Triðja ættarlið á íslendska A-landsliðnum er ikki ein serstøk søga, tí Albert Guðmundsson, langabbasonur Albert Guðmundsson (1923-1994), sum var fyrsti íslendski yrkisspælarin nakrantíð, er fjórða ættarlið. Abbin í móðirætt, sonur Albert eldra, eitur Ingi Björn Albertsson (føddur í 1952) og mamman, dóttir Inga Björn Albertsson, Kristbjörg Ingadóttir (fødd í 1975) hava øll spælt við íslendska A-landsliðnum og eisini skorað mál fyri Ísland.

Longu í fyrsta A-landsdystinum skrivaði íslendski áleyparin, Eiður Guðjohnsen, søgu, tá hann varð skiftur inn á útivølli ímóti Estlandi í apríl 1996. Orsøkin var, at hann varð sendur inn á vøllin fyri pápa sín, Arnór Guðjohnsen. Tá var Eiður 17 ár og Arnór 34, men teir spældu so ikki samstundis í sama landsdysti. Ætlanin var so, at báðir seinni skuldu royna seg saman íslendskari jørð, men Eiður fekk ein øklaskaða og teir fingu ongantíð møguleikan aftur.

Arnór Guðjohnsen hevði eina frálíka fótbóltslívsleið við belgiska RSC Anderlecht og umframt at vera fleirfaldur meistari við felagnum, so var hann eisini belgiskur toppskjútti í 1986-87 við 19 málum. 8. august 1990 skoraði Arnór sigursmálið, tá Ísland vann 3-2 á Føroyum í Gundadali.

Fleiri kenna kanska Eiður Guðjohnsen, sum gjørdist meistari við Chelsea og FC Barcelona. Hann varð kosin ársins íslendski leikarin í 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2008 og 2009. 13 ár seinni gjørdi Eiður pápanum kynstrið eftir, tá hann legði Ísland á odda 1-0 í Gundadali 20. august 2003. Eiður var hjálparvenjari á íslendska A-landsliðnum frá desember 2020 og eitt ár fram.

Eiður eigur tríggjar synir og tveir av teimum umboða lið, sum føroysk lið hava dystast ímóti farnu vikuna. Hin elsti, Sveinn Aron Guðjohnsen, spælir við svenska Elfsborg, meðan miðlingurin, Andri Guðjohnsen, spælir við KAA Gent, sum spælir ímóti Víkingi og Daníel Guðjohnsen, spælir við Malmö FF, hóast hann júst nú stríðist við ryggskaða.

Les eisini...  Føroya Politi ávarar um falskan teldupost

Teir báðir eldru hava báðir umboðað Ísland á A-stigi, meðan hin 18 ára gamli Daniel hevur umboðað íslendska U19-landsliðið. Útlit eru sostatt fyri, at tríggir brøður kunnu spæla saman á íslendska A-landsliðnum. Søgan kann eisini gerast uppaftur betri, tí Arnór er eisini pápi Arnór Borg Guðjohnsen, sum hevur spælt saman við Gunnari Vatnhamar í Víkingi úr Reykjavík. 23 ára gamli Arnór Borg hevur spælt ein U19-landslið og skorað 2 mál.