Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Politi ávarar um falskan teldupost

Fólk hava gjørt vart við, at tey hava fingið ein teldupost við eini stevning

– Hesin teldupostur er IKKI frá politinum, hann er frá svikarum.

Tað skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga í samband við, at Føroya Politi hevur fingið fráboðan um, at nøkur fólk hava fingið ein teldupost við einari stevning, sum letst vera frá National enhed for Særlig Kriminalitet.

Føroya Politi skrivar, at fært tú henda teldupostin, so skal tú strika hann og endiliga ikki svara honum.

– Politi og aðrir myndugleikar høvdu ongantíð vent sær til borgarar á henda hátt, skrivar løgreglan.