Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Triðja tapið hjá Manchester City á rað

Fýrafaldaðu meistararnir hava ilt við at finna stevið undan nýggja kappingarárinum.

Manchester City fyrireikar seg til komandi kappingarár við einari fótbóltsferð í USA, har liðið dystast ímóti Celtic, AC Milan, FC Barcelona og Chelsea, men úrslitini laga seg ikki, sum teir eru vanir við.

Fyrst tapti City 3-4 fyri Celtic, síðani 2-3 fyri AC Milan og eftir brotssparkskapping ímóti FC Barcelona.

FC Barcelona, sum hevur fingið týskaran Hansi Flick sum høvuðsvenjara, legði seg á odda 1-0 og 2-1, men Jack Grealish javnaði til 2-2. Sami Grealish varð skiftur út okkurt um 6 minuttir áðrenn leiklok og Jaden Heskey varð settur inn á vøllin. Um navnið ljóðar eitt sindur kent, so er Jaden sonur Emile Heskey, sum spældi í álopinum hjá Liverpool árini 2000-2004. Hann var skaddur kappingarárið 2022-23, men farna kappingarár átti hann ein týðandi leiklut, tá City vann FA Youth Cup, har hann skoraði trý mál, millum annað eitt í 4-0 sigrinum á Leeds í finaluni, og átti eitt upplegg teir seks dystirnar í kappingini.

Fyrrverandi týski landsliðsvenjarin, Hansi Flick, er triði týski venjarin hjá FC Barcelona. Undangongumenninir vóru Hennes Weisweiler (1975-76) og Udo Lattek (1981-83). Hansi Flick hevur sáttmála fram til 30. juni 2026.

Leygardagin 3. august skal Manchester City spæla ímóti Chelsea. Liðini møtast eisini í fyrsta dystinum 18. august í Premier League fyri kappingarárið 2024-25. Chelsea hevur heimavøll.