Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis frásøgn á FM1 mánakvøldið klokkan 18.30: HB-Skála – Heimildarmenn vera til dystirnar ÍF-Víkingur og EB/Streymur-B36

Mánakvøldið klokkan 18.30 sigur Rúni á Reynatrøð beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum HB og Skála, ið verður leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Eyðstein Zachariassen verður heimildarmaður til dystin EB/Streymur-B36, ið verður leiktur við Margáir í Streymnesi, og reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig verður heimildarmaður til dystin ÍF-Víkingur, ið verður leiktur í Fløtugerði í Fuglafirði.