Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Herverk í Miðvági

Tá Jóanis Albert Nielsen í morgun fór at hyggja til bátin hjá sær, sá hann, at okkurt ikki var heilt rætt.

Onkur hevði framt herverk á bátin hjá Jóanis Albert Nielsen.

Jóanis Albert Nielsen greiðir soleiðis frá hendingini á tíðindaportalinum jn.fo:

Knívur er brúktur at skera hol á púturnar á bátinum, umframt tað er knívur brúktur at skera fleiri slangir av. Eisini er hol bora ígjøgnum skrokkin.

Gerningsmaðurin hevur gloymt knívin í bátinum.

Leggjast kann afturat at talan er um fyrrverandi Sea Shephard bát. Báturin bleiv kendur 12. august 2015 til eina grind í Sandavági, sum síðani hald bleiv lagdur á í Hetlandi nakrar dagar seinni.

Hendingin er farin fram millum klokkan 17:45 tann 3. august og 10:10 í dag 4. august.

Um onkur veit okkurt eru tey vælkomin at seta seg í sambandi við løgregluna á 351448. 

Sí myndir o.a. av herverkinum her.