Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danskt OL-gull aðru ferð á rað

Fyri løtu síðan vann danski Viktor Axelsen OL-gull í badminton fyri einstaklingar. Hetta gjørdi hann við at vinna bæði settini sannførandi á núverandi heimsmeistaranum, Kunlavut Vitidsarn úr Teilandi.

Axelsen luttók fyri fyrstu ferð á olympisku leikunum í 2016 og megnaði hann har at vinna bronsu. Til leikirnar í Tokyo í 2020 luttók hann eisini og megnaði har at vinna gull. Hetta er sostatt aðru OL-leikirnar á rað har hann megnar at vinna gullheiðursmerkið.