Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM fyri lið í badminton var um vikuskiftið

Leygardagin 17. februar skipaði Badmintonsambandið fyri FM fyri lið í Klaksvík. Hetta var eitt sera spennandi FM, og í flestu aldursbólkunum varð onki avgjørt fyrr enn seinasti dysturin var liðugur. Kappast var í U11, U13, U15 og U17/19

Liðkappingin er ein týðandi grein innan badmintonítróttina, eisini tá leikarar eru til ávísar kappingar uttanlands.

Í 2023 vann føroyska badmintonlandslið millum annað gull í liðkappingini til Oyggjaleikirnar á Guernsey

FM fyri lið var um vikuskiftið, og hesi vunnu:

U11

1 KBF Olivia, Aron, Hansina, Samuel, liðleiðari Óli

2 HBF Tabita, Sanna, Jósef, Jón, Benjamin, Ábraham, liðleiðari Arnhold

U13

1 HBF Team Red, Silas, Magnus, Nóa, Nina, Rosa, liðleiðari Aksel

2 KBF Heidi, Gunhild, Betuel, Bjarti, liðleiðari Ingun

3 HBF Team Blue Boas, Hákun, Jóel, Helena, Ida, liðleiðari Elsa

U15

1 HBF Team Blue Símun, Óðin, Tístram, Inga Guðrin, Tóra, liðleiðari Kristianna

2 HBF Team Red Beinir, Mannbjørn, Sarita, Hansina, liðleiðari Rúni

3 ÍF-badminton Jóhannus, Julian, Boas, Petra, Karin, liðleiðari Dia

U17/19

1 HBF I Asbjørn, Bjarti, Elisa, Birna, Eyð, liðleiðari Mikkel

2 KBF/ÍF Ranja, Oddbjørg, Fríði, Aron, liðleiðari Thurid

3 HBF II Christian, Jaspur, Leiki, Julianna, Birita, liðleiðari Barbara