Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

39-ára gamli póllendingurin er útvístur

Í dag bleiv 39-ára gamli póllendingurin, ið slóð Mette Fredriksen, útvístur

Álopið á Mette Fredriksen hendi 7. Juni á Kultorvet í Keypmannahavn. Mette Fredriksen bleiv sligin, men fekk ikki mein av álopinum.

Fyri hetta fær hann fýra mánaðir fongsulsrevsing, og verður útvístur av landinum, við innferðarforboð í seks ár.

Umframt fyri at sláa forsætisráðharran, er sami maður eisini dømdur fyri ósømiligan atburð móti ungum kvinnum.

Hetta skrivar Danmarks Radio á teirra heimasíðu.