Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kendur Game of Thrones leikari í Føroyum

Pilou Asbæk er kendur úr sjónvarpsrøðum so sum Game of Thrones og Borgen. Eisini er hann kendur frá danska filminum R og franska filminum Lucy, har hann millum annað arbeiddi saman við Scarlett Johansen. Pilou Asbæk er í Føroyum í samband við filmsupptøkur til filmin No Rest for the Wicked.

Hetta kunngerð hann á Instagram vanganum hjá sær í dag.

Tær næstu vikurnar verður 42 ára gamli filmsleikarin í Føroyum, hetta tí hann hevur høvuðsleiklutin í nýggja føroysk/danska filminum No Rest for the Wicked. Filmurin gongur fyri seg í Føroyum í 1870unum.

– Eg eri simpelten so stoltur av at vera partur av hesum stórsliga kærleiksdrama. Vit eru júst byrjað at taka upp á Føroyum, í vindi, regni, sól og millum einari rúgvu av seyði. Tað er heilt einfalt, á allar mátar, ein einastandandi uppliving. Somuleiðis haldi eg at filmurin verður einastandandi, vit gera í øllum førum okkara besta fyri, at tað verður so. So vóna vit bara, at áskoðararnir taka væl ímóti okkara boði upp á eitt ÆVINTÝR næsta ár, skrivar Pilou Asbæk á Instagram.

Fleiri føroyskir leikarar eru eisini við í filminum

Føroyskir sjónleikarar eru eisini ein partur av toyminum handan filmin, har millum Sofía Nolsøe, Kjartan Hansen og Búi Dam. Umframt hesi eru eisini føroyingar, ið vit kenna frá øðrum listagreinum, sum fyri fyrstu fer royna seg sum filmsleikarar. Har millum er tónleikakvinnan Helena Heinesen Rebensdorf, betri kend sum Brimheim, og føroyska mannliga toppmodellin, Jegor Venned.

Jegor Venned sleppur at royna seg við einum serliga stórum leikluti í filminum, hann skal nemliga spæla sonur til høvuðsleikaran, Helge, ið er leiktur av sjálvum Pilou Asbæk.

Leikstjóri av filminum er Kasper Kalle, Rasmus Birch hevur skrivað leikritið. Tveir framleiðarar eru av filminum, har millum føroyski Jón Hammer, frá felagnum Kykmyndir, og danski Lars Bredo Rahbek, ið eisini eigur hugskotið til filmin.