Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innrás av feigdarsveimarum

Ein lítil innrás av feigdarsveimarum er í Føroyum í løtuni, hetta sigur Silas Olofson, serkønur innan fuglalív í Føroyum.

– Boða var frá einum feigdarsveimara í Fuglafirði, seinni sá eg tríggjar á Viðareiði og tveir í Lamba, sigur Silas Olofson á facebook síðuni Fuglar í Føroyum.

Feigdarsveimari minnir um svalu, men er størri og dimmari.

– Hann er ein ordans avbjóðing at avmynda, tí hann er so avbera skjótur, sigur Silas Olofson.

Tó so hevur Silas megna at fingið mynd av feigdarsveimaranum.

Feigdarsveimari, mynd: Silas Olofson
Feigdarsveimari, mynd: Silas Olofson

Afturat sigur Silas, at fleiri ungir smyrlar hava verið at sæð á Viðareiði seinastu dagarnar. Teir tykjast ikki at vera so styggir sum teir gomlu.

– Nú er ársins kjansur at síggja smyril væl, leggur Silas Olofson afturat.

Ungur Smyril, mynd: Silas Olofson
Ungur Smyril, mynd: Silas Olofson