Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Intra hevur keypt Kodio

Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri í Kodio, verður framvegis ein partur av toyminum – nú sum eigari

Kodio (fyrr Qodio) keypti í 2021 tann partin av Krea, ið tók sær av sniðgeving og heimsíðum. Hin parturin av Krea sum tók sær av intraneti, fekk tá heiti Intra.

Intra boðar frá í tíðindaskrivi, at Intra nú hevur keypt Kodio.

Kodio er ein av fremstu fyritøkum innan heimasíður og sniðgeving, og er hetta keypi ein týðandi partur av strategisku ætlanini hjá Intra.

– Við hesum uppkeypinum tvífaldar Intra starvsfólkahópin, eitt avgerandi stig á leiðini móti hesum máli. Eftir keypið, økist starvsfólkamongdin til 18 fólk hjá Intra.

Intra flytir hereftir teirra virkesmi í hølini hjá Kodio á Strondum. Uppkeypið og innflytningin á Strondum, leggur upp til at bæði feløgini kunnu samstarva og leggja sínar styrkir í framtíðar virksemi hjá Intra. Eisini ger hetta møguleika til at leggja størri dent á heimasíður og KT-loysnir bæði her heima og úti í verð, samstundis við at kunna bjóða loysnir innan samleika og grafiska sniðgeving.

Aftrat hesum uppkeypinum, hevur Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, valt at seta pengar í Intra.

– Jógvan er bæði nærlagdur og framskygdur – og eru vit sera fegin um at hann framhalandi fer at spæla ein virknan leiklut í framtíðarætlanunum hjá felagnum, sigur Jaspur Langgaard, stjóri á Intra.