Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanningar og royndir, ein góður stuðul

Skulu næmingar í Føroyum taka lut í altjóða PISA-kanningini og heimligu landsroyndunum? Føroya Lærarafelag heldur, at kanningar og royndir kunnu vera ein góður stuðul, um tær verða brúktar rætt.

PISA-kanningin samanber føroysku skúlaskipanina við eina skipan, sum OECD hevur ásett sum eina standard skipan. Hetta merkir at OECD hevur ásett eitt skúlaideal, sum PISA so mátar og kannar hvussu ymiskar skúlaskipanir samsvara við hetta idealið.

– Føroyski fólkaskúlin samsvarar ikki væl við PISA-idealið, og tað eiga vit at taka til okkum og gera neyðugar tillagingar, hetta sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Eitt gott dømi um eitt viðkomandi úrslit frá PISA er, at okkara næmingar hava ilt við at nýta rokniark og dynamisk geometriprogramm í støddfrøðiligu uppgávunum. Hetta var eisini ein av høvuðsorsøkunum til tað lága PISA-úrslitið í støddfrøði.

– Úrslitið samsvarar við tað, sum vit síggja í undirvísingini í støddfrøði, har tað eru lítil ella eingi krøv um at nýta rokniark ella dynamisk geometriprogramm, hvørki í námsætlanini ella í fráfaringarroyndunum, leggur Jacob Eli S. Olsen afturat.

Tá PISA-úrslitið frá seinastu kanningini varð almannakunngjørt, bleiv sagt, at hetta vóru ræðandi tíðindi um fólkaskúlan, og at meira enn undanførslur skuldu til at loysa hendan trupulleika.

– Løgtingslimir, tíðindafólk og onnur hava eisini verið frammi við, at næmingar og lærarar eru dumpaðir, nú úrslitini í PISA-kanningini ikki vóru góð. Dára tala og órógvandi umrøða av PISA-kanningini og fólkaskúlanum frá ráðandi fólkum. Men hóast villeiðandi umrøðuna av úrslitunum frá PISA-kanningini, so skulu vit framhaldandi vera við í PISA-kanningini, men vit skulu læra okkum og onnur, at umrøða og nýta PISA-kanningina sum ta kanning hon er, sigur Jákup Eli S. Olsen. Tá kanningar verða gjørdar í fólkaskúlanum, so seta tær kósina so ella so, hvørt vit vilja tað ella ikki

Les eisini...  Førenska málið tekur dik á seg – hvat gera vit?

– Tað, sum nevndin í Lærarafelagnum hevur arbeitt fyri, er, at lærarar og skúlastjórar eru við, tá kanningarúrslit skulu greinast, og átøk skulu gerast, fólkaskúlanum at gagni. Tí tað eru lærarar og skúlastjórar, sum dagliga dríva verkið, sum vita best hvat rørir seg í skúlanum. Okkara mál er einki um læraran uttan um læraran. Tá lærarin verður viðgjørdur, so má lærarin vera við, sigur Jákup Eli S. Olsen at enda.