Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fanga í Algeria: Fyrireikað uppá tað versta

Randi Jóhansdóttir Abbes er fanga í Algeria við skjótt 4 ára gomlu dótturini Khadiju, og óvist er nær ella um tær sleppa heim aftur til Føroyar.

Randi Jóhansdóttir Abbes og Ali Abbes giftust í 2019, og í august 2020 fingu tey dótturina Khadija. Tey búsettust í Sumba, haðani Randi Jóhansdóttir Abbes er ættað.

– Eg eri fyrireika uppá at skula vera her til hon (Khadija) er 19 ár, eg fari ikki frá henni, eingin kjansur, sigur Randi Jóhansdóttir Abbes.

Familjuferð í 2023

Tað byrjaði sum ein familjuferð í juni 2023, Randi Jóhansdóttir Abbes og maður hennara Ali Abbes vóru ávegis til Algeria saman við Khadiju og tveimum tannáringa børnum, sum Randi eigur frammanundan. Ætlanin var, at hetta skuldi vera ein hugnalig familjuferð, har familjan hjá Ali Abbes skuldi hitta lítlu dótturina Khadiju. Men tá tey komu til Algeria broyttist alt.

Skræddi passi hjá dótturini, hon skuldi ongantíð aftur úr Algeria

Tá tey komu til Algeria broyttist Ali Abbes heilt, Randi Jóhansdóttir Abbes kendi hann ikki aftur. Eisini tannáringa børnini hjá Randi løgdu til merkis, hvussu hann broyttist. Randi Jóhansdóttir Abbes tók avgerðina um at senda eldru børnini heim aftur til Føroyar, hon kendi á sær at hetta ruggaði ikki heilt rætt.

Ali Abbes vildi ikki loyva Randi Jóhansdóttir Abbes heim aftur til Føroyar við dótturini og bert fýra dagar eftir tey vóru komin til Algeria tók hann (Ali Abbes) passini frá teimum og skræddi passi hjá Khadiju sundur.

– Hann segði við meg, eg kundi bestemma sjálv um eg fór heim, ella um eg kundi liva har saman við honum. Eg skuldi vera muslim, biða 5 ferðir (um dagin), gera mat, standa við honum líkamikið hvat… Eg kundi velja tað ella fara til Føroyar uttan didduna (Khadija), sum sjálvsagt ikki var ein møguleiki, greiðir Randi Jóhansdóttir Abbes frá.

Les eisini...  Myndir: Føroyar - Kroatia (31-27)

Flýggjanin var ein lítil løta á 20 sekund

– Eg fekk ikki loyvi at fara út, hann (Ali Abbes) fylgdi við telefonini, hvønn eg tosaði við og øll hesi her tingini allatíð, øðiligt kontrol, greiðir Randi Jóhansdóttir Abbes frá.

Spakuliga eydnaðist tað Randi at boða familjuni frá og biða um hjálp.

– Beiggi mín skaffaði kontaktir í Algeria, og fekk ein bil at heinta meg, greiðir Randi jóhansdóttir Abbes frá, tað var soleiðis, at Ali var úti og spældi kort hvørt kvøld, so hann var altíð úti frá klokkan 21 til 01. Altíð. Hvørt tað einasta kvøld. So tað var so øðiliga nemt at finna eitt rúm har, sigur Randi.

– Eg fekk so eina uppringing, at tað verður í kvøld og eg mátti vera klár. Eg skuldi einki hava við mær, bara tak didduna og far út. Eg hevði eitt vindeyga á 20 sekund, greiðir hon frá.

Hetta var í mai í ár, og síðan tá hava Randi og Khadija flýggja millum ymiskar bústaðir, harmillum kvinnuhús, kirkjur osv.

Men hóast Randi Jóhansdóttir Abbes skuldi eitast fyri at vera vard á hesum støðum, eydnaðist tað framvegis Ali at finna fram til hana og dótturina, sum av tí sama merkir at tær hava verið noyddar at flyta runt á nýggjar bústaðir av og á.

Tað kann taka langa tíð

Stórsta ynski hjá Randi er at sleppa úr landinum og heim til Føroyar við Khadiju.

Her eru so nógv bevísir ímóti honum so øðiliga nógv, so vit hopa at tað kann fáa sakina á mína síðu, so at Sharia ikki verður tað sum fer at avgerða um diddan sleppur við mær út (úr landinum) ella ikki, greiðir Randi Jóhansdóttir Abbes frá.

Les eisini...  U19-manslandsliðið blakaði hálvfinaluplássið burtur

– Í ringasta tilfeldi kann tað henda at eg fáði uppihaldsloyvi í Algeria og eg búgvi saman við didduni til hon er 19, tað eru nógvar sum gera tað, sum hava verið í somu støðu sum eg, sigur ein rørd Randi Jóhansdóttir Abbes at enda.