Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útbúgving fyri sjó­fólk: Reið­ara­fel­agið fyri Hand­ils­skip heitir á Lands­stýrið um at fylgja til­mæli

Reiðarafelagið fyri Handils­skip heitir í almennum skrivi á landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um “beinanvegin at fremja neyðugu broytingarnar í álitinum hjá arbeiðs­bólkunum, sum varð handað lands­stýris­manninum tann 22. august.”

Felagið vísir á at tað “hevur í fleiri ár sóknast eftir fleiri aspirantum, fyri at tryggja neyðugu tilgongdina av sjófólki í framtíðini.”

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur eisini strongt á fyri at fáa ein styttri leist til at gerast fulltikin dekkari umborð á føroyskum handilsskipi, vísandi til at tað ídag er “nærum ógjørligt at fáa fulltiknar dekkarar.”

“Føroysk handilsskip hava í longri tíð manglað sjófólk, bæði yvirmanning og dekkarar,” sigur Jórun Gardar, ráðgevi og varastjóri í Vinnuhúsinum og umboðið fyri vinnuna í arbeiðsbólkunum. “Tí er tað sera týdningarmikið at landsstýrismaðurin tekur tilmælini í álvara og ger neyðugu broytingarnar fyri at tryggja at vit í framtíðini hava nóg mikið av sjófólki at manna okkara handilsflota.”

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti á heysti 2023 tveir arbeiðsbólkar at endurskoða aspirantskipanina og útbúgvingina fyri skipsatstøðingar. Fyri útbúgvingina fyri skipsatstøðing var endamálið at snikka saman ein styttri leist fyri sjófólk við royndum og endurskoða útbúgvingina, so tað ber at gerast fulltikin dekkari upp á styttri tíð. Fyri aspirantskipanina var endamálið at endurskoða skipanina sum heild fyri at betra um útbúgvingina. Nú er hetta arbeiðið liðugt, og tilmælini eru handað landsstýrismanninum.

Í sambandi við aspirantskipanina mælir arbeiðsbólkurin m.a. til: at upptøkugrundarlagið verður breiðkað;
at aspiranturin ger ein útbúgvingarsáttmála við eitt reiðarí; at aspiranturin fær eitt lønarískoyti tá ið hann er umborð, og at Landskassin endurrindar reiðarínum, eins og onnur lond gera; greiðari mannagongdir fyri uppgávubýtið og ábyrgdarøkið.

Les eisini...  Karl Martin verður eisini við í 90´ini umaftur

Í sambandi við útbúgvingina fyri skipsatstøðing mælir arbeiðsbólkurin m.a. til:

at verandi skipsatstøðisútbúgving verður skipað í modul, har til ber at skila sundur dekkarapartin og motorpartin; at tey fyrstu lestrarmodulini skulu snúgva seg um fakliga innihaldið til dekkara, soleiðis at tað fer at bera til at avgreiða skúlapartin til dekkara eftir sløkum hálvum ári; at fólk við drúgvum royndum á sjónum skulu førleikametast og kunnu taka dekkarapartin í einum skúlamoduli, tvs. 3 mánaðir.