Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meira skiljing kann geva brenni­støð­um longda livi­tíð

Hægri krøv til skiljing av burturkasti kunnu geva føroyskum kommunum eina “alt ov stóra umsitingarliga byrðu” men kunnu samstundis gera at brennistøðirnar sleppa undan útbyggingum tey komandi árini.

Eitt uppskot til kunngerð um burturkast sum hevur verið til hoyringar síðan juli, áleggur kommununum at gera munandi meira við skiljing av ruski. Hoyringsfreistin er sett til 10. september, og sum skilst inni­ber tað nýggja regluverkið á økinum stórar umsitingarligar skyldur fyri kommunurnar.

Sambært keldur er Kommunufelagið í ferð við at fyrireika eitt svarskriv, sum væntandi verður latið Umhvørvismálaráðnum í næstum.

“Trupulleikin er ikki skiljingin sum so,” viðmerkti Dávur Juul, borgmeistari í Fuglafirði. “Eg haldi flest øll eru samd um at betri skiljing er rættur vegur at ganga. Hinvegin verður neyðugt við góðari samskipan millum brennistøðirnar, kommunurnar og tey ymisku plássini. Annars er vandi fyri at hægri krøv um skiljing fara at føra við sær eina alt ov stóra umsitingarliga byrðu fyri kommunurnar.”

Sum dømi nevndi borgmeistarin Hellurnar, ein bygd sum er partur av Fuglafjarðar kommunu men tó liggur lufalsliga avbyrgd frá restini av kommununi hvat vegasambandi viðvíkur.

“Í slíkum førum er alneyðugt við samstarvi millum grannabygdir og millum kommunur,” segði Dávur Juul.

“Uttan iva verður eisini neyðugt at samskipa munadygt millum brennistøðirnar soleiðis at logistikkurin ikki gerst ein alt ov stórur kostnaður í mun til hvat sum fæst burturúr.”

Ein logistisk avbjóðing liggur í at meira umfatandi skiljing krevur munandi pláss.

“Alt ruskið tilsamans frá einum lítlum plássi fyllir kanska eina lítla bingju, og tí verður tað alt ov kostnaðarmikið at hava móttøku til sortering í hvørjari bygd. Tí má hetta samskipast væl.”

Les eisini...  Dypparar vesturi í Vágum fáa felagshús

Trýstið á brennistøðirnar fer hinvegin at minka orsakað av betri skiljing.

“Nøgdirnar av burturkasti hava verið vaksandi, og við verandi gongd hevði verið neyðugt at útbygt kapacitetin hjá brennistøðunum áðrenn leingi,” legði Dávur Juul afturat.

“Men við betri skiljing av ruskinum verður tørvurin á brenning minni, og hetta kann gera at vit sleppa undan at útbyggja brennistøðirnar tey komandi sig 20 árini.”