Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fimm nýggjar barnabøkur á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins fimta bókaumfari.

Upprunaføroysk bók: Svansi-Bob: Bob er ein grísur. Bob elskar at eta. Bob hevur hoyrt at lekkur matur er at fáa í býnum … Hevur tú nakrantíð hugsað hvar orðið svansibob kemur frá? Nei? Tað hevur Bob heldur ikki, og hann skilir ikki hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill. Bob er jú bara svangur. Hetta er ein herlig og svansut søga við stuIligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta. Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt. Bókin er innbundin, 42 bls. og til børn sum eru uml. 3-6 ár.

Náttarmeldurbók: Nú er ein nýggj meldurbók komin! Rotraut Susanne Berner brúkar myndir og eingi orð at vísa nógvar smáar søgur sum fara fram í Meldurbýnum. Tað er nátt; fólk og djór sova friðarliga – í øllum førum summi. Onnur eru akkurát nú á veg onkrastaðni og uppliva alt møguligt spennandi á lesináttini á bókasavninum, á tjóvaveiðu ella í garðveitsluni. Tær vælumtóktu Vár-, Summar-, Heyst- og Veturmeldurbøkurnar eru eisini uppafturprentaðar og aftur at fáa. Rotraut Susanne Berner hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 14 bls. og til børn sum eru uml. 0-2 ár.

Høgni verður ein T-Rex: Høgni við Tutlá hevur ein nýggjan trupulleika … Ikki bara tað at hann enn broytist til okkurt hissini dýr, men tað at fyritøkan hjá pápanum er í trupulleikum. Familjan verður kanska noydd at selja húsini og flyta inn til Britu fastur og hennara seytjan kettur (og eitt træbein). Alt hetta trýstið ger at tað er trupult hjá Høgna at hava tamarhald á, nær hann broytist til dýr – og enn verri at broytast aftur aftur. Megnar hann at temja megina eina ferð fyri allar, ella fer hann at enda sínar dagar sum ein dúgva …? Sam Copeland hevur skrivað bókina, Sarah Horne myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni hevur týddi úr enskum. Bókin er heft, 288 bls. og til børn sum eru uml. 7-9 ár.

Les eisini...  Lisa Børud á pall í Nesvík

Suðureftir: Ina skal einki í summarferiuni. Allíkavæl fortelur hon øllum flokkinum at hon skal Suðureftir. Men Suðureftir er ikki á kortinum. Kanska fer summarferian, sum Ina helt fór at vera tann ringasta, at vera tann besta? Marianne Kaurin hevur skrivað, og Elsa BirgiIa P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 226 bls. og til børn sum eru uml. 10-12 ár.

Stjørnuslatur: Sjeikurin hjá Karolinu er í ferð við at gerast størsta poppstjørnan í landinum, og hon roynir at fylgja við eftir besta førimuni. Men tað er ikki so lætt at vita, hvussu hon skal bera seg at við nýggja lívinum hjá Mattiasi. Serliga tá slatur hoyrist um hann allastaðni, og bæði fjepparar og fyriskiparin hjá honum helst høvdu vilja at hann var stakur. Ber framvegis til at hava álit á Mattiasi, ella hevur lívið sum superstjørna broytt hann? Stjørnuslatur er triðja og síðsta bókin í stjørnusjeikarøðini. Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 218 bls. og til ung.