Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jón Sigurdsson er afturvaldur sum formaður í Arbeiðsgevarafelagnum


Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, boðar felagið frá. Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag týsdagin vórðu Jón Sigurdsson og Høgni Hansen afturvaldir í nevndina, meðan Árni Ellefsen fór úr nevndini og Evy Jacobsen, stjóri í P/F Betri, varð vald inn sum nýggjur nevndarlimur.