Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vit víðka um sølutoymið. ert tú okkara komandi starvsfelagi?

Ert tú áhugað/ur í sølu og kundatænastu? FM1 søkir eftir einum ágrýtnum og miðvísum sølufólki at gerast partur av okkara tætta toymi, – talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Hjá FM1 framleiða og selja vit lýsingar til radio, á lýsingarskíggja og á netmiðil. Her bjóða vit serstakliga góðan møguleika at menna tínar førleikar innan sølu og kundatænastu og at vaksa yrkisliga.

Um Starvið

Sum sølufólk hjá FM1 arbeiðir tú við at ráðgeva og selja lýsingar til okkara kundar. Talan er um lýsingar til Radio, netmiðil og til føroya stórsta lýsingaskíggja, eisini fert tú at hjálpa til við søluátøkum.

Tú verður partur av einari dynamiskari sølu-og marknaðardeild, sum arbeiðir við at geva kundum okkara eina góða tænastu.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

  • At selja lýsingar til okkara lýsingaplattformar.
  • At menna og viðlíkahalda sambond við verandi og nýggjar kundar.
  • At hjálpa til at gera sølu- og marknaðarføringsætlanir.
  • At finna nýggjar sølumøguleikar.

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss, har vit leggja stóran dent á eitt trygt og sunt arbeiðsumhvørvið, har trivnaður, produktivitetur og menning verður settur í hásæti. Harumframt hevur tú møguleika í stóran mun skapa tín egna arbeiðsdag.

Um tú heldur, at tú hevur hesar eginleikar og kundi hugsa tær at arbeitt hjá okkum, ert tú vælkomin at senda okkum nakrar reglur um teg sjálvan, saman við prógv og CV til Duritu Adelu: durita@fm1.fo í seinasta lagi mánadagin 16. septembur 2024.

Arbeiðsroyndir innan sølu er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tó leggja vit stóran dent á, at tú sum persónur hevur vilja og ynskir at menna og styrkja tínar førleikar innan sølu.

Les eisini...  Countryfestivalurin: Samrøður við Allan Samuelsen og Annfinn Sommersson

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Lønin verður ásett eftir avtalu.

Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at senda mail ella ringja til Duritu Adelu á tlf. 551105