Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rakstarleiðari til alingina á sjónum hjá Hiddenfjord
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til okkara aling á sjónum.Alingin fer fram á fimm firðum: á Miðvági, í Sørvági, á Velbastað, í Vestmanna og Suðuri í Bug í Vestmannasundi. Í alingini starvast 45 starvsfólk, sum eru skipað í hesi arbeiðsøki: framleiðsludeild við alarum, fóðring og tekniskum toymi og ein góðsku- og menningardeild. Sum rakstrarleiðari fert tú í tøttum samstarvi við leiðsluna á Hiddenfjord og starvsfólkini í alingini at skapa bestu fortreytirnar fyri, at alingin verður rikin skynsamt lívfrøðiliga, umhvørvisliga og fíggjarliga. Tú fert at leggja til rættis soleiðis, at okkara starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður og neyðugar førleikar at útinna sínar uppgávur. Vit seta stór krøv til dygdargott arbeiði, arbeiðstrygd, og at vit í felag loysa uppgávur væl og til tíðina. Soleiðis fært tú ein lyklaleiklut at tryggja, at ætlaðar uppgávur verða framdar. Tínar týdningarmestu uppgávur og ábyrgdarøkiÍ høvuðsheitum er talan um at skipa og vera ein virkin partur í hesum uppgávum: Vit vænta, at tú Vit bjóðaEitt áhugavert og avbjóðandi starv í einari nútíðar fyritøku við dugnaligum starvsfeløgum og nógvari nýhugsan. Hjá okkum kann ofta vera stutt frá tanka til gerð. Starvsfelagarnir eru dugnaligir, umhvørvið opið og tónin óformligur. Sum rakstrarleiðari vísir tú til alileiðaran. Løn og setanarviðurskiftiLøn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. UmsóknTú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jón Atlason á telefon +298 288712 ella við telduposti á jon.atlason(at)hiddenfjord.com. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi verður sent til starv(at)hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 26. mai 2024. Um HiddenfjordHiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.