Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

2024-09-06 – Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag

Í morgin byrjar Nations League kappingin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Føroyar spæla fyrsta dystin móti Norður Makedonia klokkan 14 í morgin á Tórsvølli.
Samrøða við Eli Hentze.

Heðin stillar upp aftur.
– Eg eri væl fyri og havi nógvar verkætlanir, sum skulu avsluttast, tí stilli eg uppaftur, sigur Heðin Mortensen, sum hevur verið býráðslimur í Havn í 52 ár og borgarstjóri í 16 ár.
Samrøða við Heðin Mortensen.

U21-landsliðið hjá monnum, í fótbólti spældi í gjár dyst í EM-undankappingini í Kroatia.