Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyskt mótstøðulið: Norðurmakedonia

Tann 12. november 2020 vann Norðurmakedonia D-deildina í Nations League, tá Goran Pandev skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum á Georgia. Málið hjá Pandev tryggjaði Norðurmakedonia fyrsta EM-endaspælið yvirhøvur; nevniliga EM 2020. Síðani hevur Norðurmakedonia sigrað á Týsklandi í Duisburg og Italia í Palermo.

Norðurmakedonia lýsti seg frælst ríki í 1991, hóast Serbia noktaði at viðurkenna grannan sum sjálvstøðugt land. Sama gjørdi Grikkaland, ið sigur seg hava høvuðsrætt at nýta navnið Makedonia um Norðurgrikkaland. Avleiðingarnar av ósemjuni vóru, at bæði Serbia og Grikkaland stongdu markið til Norðurmakedonia. Í 2019 skifti Makedonia navn til Norðurmakedonia fyri at loysa eitt politiskt stríð við Grikkaland.

FK Vardar Skopje er størsta felagið í Norðurmakedonia og liðið vann jugoslavisku steypakappingina í 1960-61. Í 1986-87 vann FK Vardar Skopje jugoslaviska meistaraheitið við Darko Pančev á liðnum, men tá kappingarárið endaði, fall revsingin hjá Partizan Beograd (við navnframa Aleksandar Djordjevic á liðnum) burtur, sum liðið hevði fingið saman við 9 øðrum feløgum. Partizan Beograd fekk kortini tey 6 frátiknu stigini aftur og fekk tillutað meistaraheitið. 11 ferðir hevur FK Vardar Skopje vunnið norðurmakedonska meistaraheitið og í 2017-18 gjørdist tað fyrsta norðurmakedonska felagið, sum spældi seg til eitt bólkaspæl í Europa League.

FYROM (ella Former Yugoslav Republic of Macedonia) náddi akkurát at fáa UEFA limaskap til EM-undankappingina í 1996. Í fyrsta týðandi dystinum vóru donsku europameistararnir frá 1992 mótstøðuliðið á Gradski leikvøllinum í Skopje. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Mitko Stojkovski legði Norðurmakedonia á odda 1-0, men stutt eftir steðgin varð Darko Pančev útvístur og Flemming Povlsen javnaði fyri Danmark í evstu løtu. Í Keypamannahavn vann Danmark 1-0 (Peter Nielsen skoraði).

Makedonski áleyparin, Darko Pančev, noyddist at bíða í 15 ár, áðrenn hann fekk Gyltu Gagguna fyri kappingarárið 1990-91, har hann skoraði 34 mál fyri Reyðu Stjørnu, sum vann Europa Cup fyri meistaralið. Fyriskipararnir strikaðu fyrbils kappingina frá 1991 til 1996 orsakað av tvídrátti um málskjótingina í kypriotisku kappingini. At enda samdust teir um at lata Pančev steypið í august mánaða í 2006. Aðrir óhepnir, europeiskir toppskjúttar frá 1992 til 1996 vóru skotski Ally McCoist (tvær ferðir), walisiski David Taylor, armenski Arsen Avetisyan og georgiski Zviad Endeladze.

Les eisini...  A-landsliðið hjá monnum úttikið

Norðurmakedonia vann seg fyrstu ferð nakrantíð til endaspæl í 2020, har liðið fyrst vann 2-1 á Kosovo og síðani 1-0 á Georgia í frásáldingardystunum í D-deildini í Nations League, men tað gekk ikki eins væl undir EM-endaspælinum, tí liðið fekk onki stig í bólki C ímóti Eysturríki, Ukraina og Hollandi. Tað var eisini um reppið, at liðið vann seg HM-endaspælið 2022 í Qatar, tá liðið heilt óvæntað vann 2-1 á Týsklandi í Duisburg. Liðið endaði nr. 2 og skuldi spæla frásáldingardystir ímóti Italia, har Norðurmakedonia vann 1-0 ímóti EM-vinnaranum í 2020, men síðani tapti 0-2 fyri Portugal.

Føroyska A-landsliðið hevur møtt Norðurmakedonia í venjingardysti á tjóðarleikvøllinum Todor Proeski í Skopje, har Norðurmakedonia vann 1-0, tá Bojan Miovski skoraði sigurmálið í 81. minutti. Tvær ferðir hevur U21-landsliðið møtt Norðurmakedonia. Í fyrra dystinum Andrass Johansen Føroyar á odda, men Norðurmakedonia javnaði. Í seinna dystinum skoraði Stefan Radosavljevic sigursmálið, tá Føroyar vann 1-0.

Stóra stjørnan, Goran Pandev, sum skoraði fyrra málið ímóti Týsklandi, og sum eigur landsliðsmetið fyri flestar landsdystir og flest landsliðsmál er ikki longur við, men bæði Elif Elmas og Aleksandar Trajkovski, sum skoraðu sigursmálini ímóti ávikavist Týsklandi og Italia vera at síggja á Tórsvølli í dag.