Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjartskygd leiðsla í Trygd hóast stormskaðar í fjør

Hóast skaðaútreiðslurnar í fyrra hálvári vóru størri enn tær hava verið undanfarin ár, fegnast leiðslan í Trygd um at felagið “er í støðugari menning, at virksemið veksur, og at íløgurnar hava givið gott avkast higartil í ár.” Samanumtikið metir leiðslan gongdina í fyrra hálvári vera nøktandi, sigur Trygd í tíðindaskrivi.

Úrslitið eftir skatt gjørdist 8,1 mió kr., sum er hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 4,6 mió kr. eftir skatt. Skaðaútreiðslurnar vóru 58,8 mió. kr., sum er 7,5 mió kr. hægri enn fyrra hálvár í fjør.

“Vøksturin í skaðaútreiðslum stavar serliga frá stormskaðum tíðliga í ár og einstøkum størri skaðum í vár,” verður Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd, endurgivin fyri at siga. “Harumframt gerst tað alsamt dýrari at umvæla skaðar, men vit síggja tó eisini at prísvøksturin er komin í eina meira vanliga legu aftur. Vit fegnast um at hava eitt sterkt felag sum er ført fyri at hjálpa kundunum tá ið teir hava tørv á hjálp í sambandi við skaðar.”

Íløguvirksemið hilnaðist væl fyrra hálvár 2024 við einum avlopi á 4,0 mió kr. samanborið við 0,4 mió kr. sama tíðarskeið í fjør, staðfestir Trygd.

Útlit fyri árið

Leiðslan í Trygd er bjartskygd og “væntar eina støðuga framgongd í tryggingarvirkseminum restina av árinum, meðan ein ávís óvissa er knýtt at gongdini á skaðaútreiðslusíðuni.”

Vandin fyri illveðursskaðum er størst um heystið og veturin, verða vit mint á, “og hóast flest allir føroyingar eru sera tilvitaðir um at rudda rundan um húsini og festa lutir tá illveður er á veg, so kann veðrið vísa seg at hava avgerandi ávirkan á hvussu nógvir skaðar verða fráboðaðir, og hvussu tryggingarárið fer at hilnast.”

Les eisini...  Bátaradio: Løgreglan vildi tryggja sær at alt var í lagi

Leiðslan sigur seg vænta at úrslitið fyri árið verður millum 12 og 18 mió kr. áðrenn skatt.

Roknskapur í stuttum

Hálvársúrslitið fyri skatt gjørdist 9,9 mió. kr. samanborið við 5,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2023.

Úrslitið eftir skatt var eitt avlop á 8,1 mió. kr. samanborið við 4,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,2 mió. kr. fyrra hálvár 2024 og vóru tilsamans 111,9 mió. kr.

Skaðaútreiðslurnar vóru tilsamans 58,8 mió. kr. samanborið við 51,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Endurgjalds burturleggingarnar fyri egna rokning vóru 85,1 mió. kr. samanborið við 65,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.

Skaðaprosent parturin hækkaði úr 65,3% upp í 72,1%.