Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein keisari føddur var

Tann 11. september 1945 varð komandi stjørnuleikarin hjá Bayern München og vesturtýski landsliðsliðskiparin føddur í München. Týski keisarin setti sín dám á fótbóltsspælið fyri hálvari øld síðani sum fremsti fríverji nakrantíð.

Franz Beckenbauer, sum eisini varð róptur “Der Kaiser” byrjaði at spæla fótbólt sum 8-ára gamalur og skrivaði undir við ungdómsliðið hjá Bayern München í 1959 (hóast hann byrjaði hjá kappingarneytanum 1860 München). Hann spældi fyrsta dystin fyrstaliðnum tann 6. Juni 1964 og spældi fram til kappingarárið 1976-77, har hann spældi samanlagt 461 dystir og skoraði 53 mál í øllum kappingum. Fýra ferðir vann hann meistaraheitið við Bayern München (1968-69, 1971-72, 1972-73 og 1973-74) umframt fýra steypafinalur(1965-66, 1966-67, 1968-69 og 1970-71), tríggjar Europa Cup fyri meistaralið (nú UEFA Champions League) árini 1974, 1975 og 1976, eina ferð Europa Cup fyri steypavinnarar (1966-67) og eina Intercontinental Cup í 1976.

Ímeðan kláraði Beckenbauer seg sera væl saman við vesturtýska liðnum, har hann vann EM 1972 og HM 1974, og spældi heilar 103 landsdystir. Vesturtýskland við Der kaiser á odda vann eisini silvurkrónur undir HM 1966 og bronsukrónur undir HM 1970 umframt silvurkrónur undir EM 1976. Sjálvur vann Der Kaiser fleiri persónligar heiðrar, harímillum Ballon d’Or í 1972 og 1976 umframt, at hann var næstur á listanum bæði í 1974 og 1975. Harafturat var hann tann triði á listanum í 1966. Der Kaiser varð eisini kosin ársins týski leikari í 1966, 1968, 1974 og 1976.

Franz Beckenbauer skifti í 1977 til New York Cosmos í USA (1977-80, 1983) og Hamburger SV (1980-82), har hann vann trý meistaraheiti við New York Cosmos (1977, 1978 og 1980) og eitt meistaraheitið við Hamburger SV (1981-82).

Tá ið hann gavst at spæla í 1983 fór hann venjaravegin og stjórnaði Vesturtýsklandi (HM-vinnari í 1990 og HM-tveyari í 1986) og Olympique de Marseille (meistari í 1990-91) við hepnari hond, áðrenn hann vendi aftur til Bayern í 1993. Hann vann eisini meistaraheitið við Bayern í 1993-94, men steðgaði so sum sum fyri at gerast forseti í felagnum, hóast hann aftur tók við sum fyribils venjari í 1996 og vann UEFA Cup við Bayern.

Les eisini...  Føroya Politi mælir frá allari óneyðugari koyring

Tá tað eydnaðist Vesturtýsklandi at vinna HM í 1990, gjørdist Beckenbauer bara næsti persónurin, sum vann Jules Rimet steypið bæði sum leikari og venjari (brasilianski Mário Zagallo var hin fyrsti; hin triði var franski Didier Deschamps). Í mun til Zagallo vóru bæði Beckenbauer og Deschamps liðskiparar. Beckenbauer og Deschamps hava eisini stjórnað liðum sínum til eitt trítyssi at steypum: HM-steypið, EM-steypið og UEFA Champions League-steypið (fyrrverandi spanski málmaðurin, Iker Casillas, hoyrir eisini til tann bólkin).