Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Politi mælir frá allari óneyðugari koyring

Løgreglan boðar frá, at mælt verður frá allari óneyðugari koyring í løtuni

– Í løtuni er kolandi ódnarveður um alt landið, og tí ráða vit frá allari óneyðugari koyring í løtuni.

Tað skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.

– Uppstanda neyðstøður ber til at ringja á alarmcentralin 112 ella politiið á tlf. 114.

– Vit fáa í løtuni ómetaliga nógvar fráboðanir til alarmcentralin, so tit kunnu væntað lítla bíðitíð tá tit ringja til alarmsentralin, skrivar Føroya Politi.

Leysar takplátur
Átaksleiðarin í Eysturkommunu heitir á allar borgarar í Leirvík um at halda seg innandura, tí stórur vandi er fyri, at takplátur og annað tilfar flýgur runt í bygdini. Nakrar takplátu hava ligið á og framvið vegnum til Norðoyatunnilin.

Og átaksleiðarin í Sørvágs kommunu boðar frá, at olja er komin á Bakkavegin við Café Fjørðoy, og tí er vegurin sera hálur.

Avgreiðslurnar stongdar í dag
Allar avgreiðslurnar hjá Føroya Politi eru stongdar vegna veður og lata eftir ætlan upp í morgin 1. februar.

– Tey, sum hava ørindi á Borgaratænastunum kring landið, kunnu ringja tlf. 114. Vit taka telefonina, skrivar Føroya Politi.