Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt ómakað par

Tann 20. juli 1974 varð umstríddi Brian Clough settur sum felagsstjóri hjá Leeds United. Hann fekk sekkin tann 12. september 1974 eftir bara 44 dagar við róðrið.

Hann var ein stjørnuáleypari hjá Middlesbrough (1995-61) og Sunderland (1961-64), men lívsleiðin sum leikari varð steðgað í úrtíð orsakað av knæskaða. Hann fór venjaravegin og í 1965 tók hann yvir hjá Hartlepool United. Hann var tá bert 30 ára gamalur og yngsti felagsstjórin í Fótbóltsdeildini.

Í mai 1967 tók Clough yvir hjá Derby County, sum tá hoyrdi til í 2. deild. Saman við hjálparvenjaranum Peter Taylor vendi Clough lagnuni hjá Derby og førdi teir til meistaraheitið í bestu deildini í 1971-72. Stutt eftir var ein samanbrestur millum nevndina hjá Derby øðrumegin og venjaraparið hinumegin borðið orsakað av vantandi peningi til innkeyp og hvussu illa Clough málbar seg í almenna rúminum (t.d. kallaði hann Derby-fjeppararnir fyri “eina skammiliga fjøld”), og venjaraparið segði upp í oktober 1973.

Eftir eitt stutt, miseydnað tíðarskeið hjá Brighton & Hove Albion kappingarárið 1973-74 tók Clough teymarnar hjá Leeds, sum júst hevði vunnið meistaraheitið. Taylor varð verandi hjá Brighton.

Fleiri undraðust stórliga, tá Clough tók við hjá Leeds, tí meðan hann var hjá Derby, hevði hann verið serliga atfinningarsamur mótvegis undanfarna felagsstjóra, Don Revie. Serliga hevði hann lagt liðið hjá Revie undir at spæla rátt og skeyt upp, at felagið burdi verið flutt niður og Revie skuldi fingið eina bót.

Hóast Clough varð settur sum felagsstjóri, legði hann ikki fingrarnar ímillum, tá hann alment fanst at spælkunnleikanum hjá Revie og Leeds, sum stygdi hann frá bestu leikarunum á liðnum, harímillum írska landsliðsleikaranum, Johnny Giles, og skotska landsliðsleikaranum, Billy Bremner. Leeds-liðið hjá Clough vann bert ein og spældi tveir javnar av teimum fyrstu seks dystunum og hann fekk sekkin alt fyri eitt. Leeds endaði í Europa Cup finaluni fyri meistaralið, men tapti fyri Bayern München.

Les eisini...  Føroya Arbeiðsgevarafelag: Fíggjarpolitiska regluverkið má setast í verk

Clough sló kortini sítt navn fast við einum sjeytummaseymi, tá hann tók við hjá Nottingham Forest í 1975. Tá var Forest eitt bert miðallið í 2. deild, men Clough og Taylor (sum kom frá Brighton í 1976) førdu teir til uppflyting í 1977 og til meistarar í 1978. Við Forest setti Clough eisini krúnuna á verkið, tá Forest tvey ár á rað vann Europa Cup fyri meistaralið í 1979 og 1980.

Clough legði frá sær í 1993 og doyði í 2004. Í 2006 útgav David Peace eina hugskapta bók um tíðina hjá Clough í Leeds kallað The Damned Utd. Í høvuðsheitum róstu ummælararnir bókini, men familjan hjá Clough og fyrrverandi leikarar – harímillum Giles – hildu, at útleggingin hjá Peace av hendingagongdini var óneyv og lýsti Clough í einum órímiliga døprum ljósi. Ein filmsútgáva varð útgivin í 2009, har Michael Sheen hevði høvuðsleiklutin sum Brian Clough.