Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Moisés Caicedo er ávegis til Liverpool

Brighton hevur í kvøld givið Liverpool grønt ljós, at semjast um sáttmála við Moisés Caicedo.

Moisés Caicedo var leingi ávegis til Chelsea, ímeðan Liverpool var í samráðingum við Southampton um Romeo Lavia. Men allir partarnir kundu ikki semjast um prísin.

Nú er vent í holuni.

Moisés Caicedo hevur gjørt greitt, at hann vildi úr felagnum. Tískil vildi Brighton selja leikaran til hægst bjóðandi.

Ítróttarskrivarin Fabrizio Romano skrivar í nátt, at Liverpool og Brighton eru nú blivnir samdir um prísin fyri Moisés Caicedo. Prísurin er áljóðandi kr. 950 mió fyri miðvallaran úr Ekvator.

Hettar merkir at Liverpool hevur fingið lov, at semjast um sáttmála við Caicedo.

Um alt gongur sum tað skal, so verður Moisés Caicedo kunngjørdur sum nýggjur leikari í vikuskiftinum.

Fyrr í summar bleiv Alexis Mac Allister seldur til Liverpool fyri kr. 300 mió úr júst akkurát Brighton.

Moisés Caicedo kom úr Independiente á vetrinum 2021 og hevur leikt 53 dystir fyri The Seagulls. Leikarin úr Ekvator hevur leikt 32 landsdystir og hevur skorað 3 mál.