Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi landsliðsstjóri føddur henda dagin

Ipswich hevur júst flutt upp tvey ár á rað, men Swansea og Wimbledon hava megnað tríggjar uppflytingar í 4 ár, og teimum á baki kemur Watford við trimum uppflytingum upp á fimm kappingarár.

Fyrrverandi enski landsliðsstjórin, Graham Taylor, var føddur 15. september 1944. Hann spældi sjálvur við Grimsby Town og Lincoln City árini 1962-72, men noyddist at gevast í úrtíð í 1972 orsakað av skaðum. Hann tók prógv sum FA venjari og gjørdist yngsti felagsstjórin í Fótbóltsdeildini, tá hann tók við hjá Lincoln City 7. desember 1972. Árið eftir tók tónleikastjørnan, Elton John, við sum forseti hjá Watford City og teir fingu seinni eitt frálíkt samstarv.

Fyrst flutti Graham Taylor upp í 3. deild við Lincoln í 1976. Undir leiðslu av Taylor fekk Lincoln met nógv stig (76 stig) og 11. mai 1976 tók Elton John við sum formaður hjá Watford í 4. deild.

Eftir ráðum frá Don Revie setti Elton John í juni 1977 Graham Taylor sum felagsstjóra hjá Watford, hóast West Bromwich Albion í bestu deildini eisini kundi hugsað sær hann. Samstarvið riggaði avbera væl og Watford flutti upp í 3. deild beinanvegin, har liðið fekk flest sigrar, fægst tap, skoraði flest mál og lat fægst mál inn. Árið eftir flutti liðið upp í 2. deild.

Síðani dvaldist liðið trý kappingarár í 2. deild, áðrenn tað eydnaðist at flyta upp í bestu deildina. Í bestu deildini endaði liðið nr. 2 aftan fyri Liverpool kappingarárið 1982-83. Árið eftir var liðið í FA Cup finaluni, har Everton vann 2-0.

Í mai 1987 endaði samstarvið teirra millum í fyrra umfari, tá Taylor tók við hjá Aston Villa. Árið eftir flutti Aston Villa upp og Watford flutti niður. Í 1989-90 endaði Taylor aftur nr. 2 og enn einaferð var Liverpool ov sterkt, men Taylor fekk møguleikan sum enskur landsliðsstjóri.

Les eisini...  Ingi Olsen venjari hjá bæði monnum og kvinnum

Hann stóð seg illa sum ensku landsliðsstjóri, hóast liðið vann seg til EM 1992 í Svøríki, har liðið varð varpað út undir bólkaspælinum og síðani megnaði liðið ikki at spæla seg til HM 1994 í USA.

Umvegis Wolverhampton Wanderers endaði Taylor aftur í einum samstarvi við Elton John í Watford, sum hevði keypt felagið fyri aðru ferð, og beinanvegin flutti hann liðið uppaftur í bestu deildina, men liðið megnaði ikki at varðveita sætið har. Hann endaði venjaraleiðina sum felagsstjóri hjá Aston Villa.

Graham Taylor gjørdist 72 ára gamalur og andaðist 12. januar 2017.