Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar manskór í studio

Tórshavnar Manskór hevur skjótt 40 ár á baki. Tað var stovnað í 1986 og er eitt øgiliga aktivt kór. Kórið hevur tvær fastar konsertir um árið, eina á jólum og eina um várið, men manskórið hevur eisini nógv annað á skránni. Kórið er nógv umbiðið til nógvar ymiskar uppgávur, sum til dømis til føðingardagar, hátíðardagar av ymiskum slagi, jarðarferðir og ymiskt annað.

Les meira undir myndini.


Umframt hetta hevur kórið eisini annað á skránni. Í ár var kórið konsertferð í trimum norðurlendskum høvuðsstøðum, Keypmannahavn, Oslo og Stokkhólmi, og so hevur kórið eisini konsertir saman við útlendskum kórum, sum regluliga vitjan hendavegin.

Leygardagin, tað vil siga tann 21. september klokkan 19, hevur Tórshavnar Manskór konsert saman við Den norske Studentersangforening, sum kemur á vitjan.