Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jólakonsert í Vesturkirkjuni sunnudagin

Sunnukvøldið 10. desembur kl. 19.30 verður jólakonsert í Vesturkirkjuni við Tórshavnar Manskóri, sum í ár hevur boðið Fuglafjarðar Sangkóri við sum gestakór.

Sum altíð, er skráin fjølbroytt og fevnir um sakralverk, nýtt verk, klassikarar og sjálvandi eisini sangir og sálmar, ið hoyra jólunum til.

Bjarni Restorff og Sámal Matras stjórna Tórshavnar Manskóri, meðan Heðin Kambsdal stjórnar Fuglafjaðar Sangkóri.