Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti svenski málskjúttin á landsliðnum

Hann spældi á svenska landsliðnum frá 1908 til 1924, har hann skoraði 22 mál í 32 dystum. Hann luttók í OL 1908, 1912, 1920 og var eisini eykaleikari undir OL 1924.

Karl “Köping” Gustafsson var føddur í Köping tann 16. september 1888 og var ein úrmælingur á vøllinum, tí hann var so fjøltáttaður og loysti fleiri álopspláss umframt, at hann eisini kundi spæla longur aftur á vøllinum. Hann varð eisini hildin at vera ein av teimum allarbestu leikarunum á europeiska fastlandinum í byrjanini av 20. øld.

12. juli 1908 spældi hann fyrsta landsdystin á svenska landsliðnum, tá Svøríki vann heili 11-3 á Noreg. Minotti Bøhn legði annars Noreg á odda 1-0 longu eftir 15 sekundir, men í 14. minutti javnaði “Köping” Gustafsson og hann skoraði sostatt fyrsta svenska landsliðsmálið nakrantíð. Tá hevði hann tó longu brent eitt brotsspark, men Köping skoraði seinni eitt mál afturat.

Í januar 1913 royndi “Köping” seg í enskum fótbólti. Hann spældi sum áhugaleikari við Leicester Fosse og spældi tveir venjingardystir við A-liðnum. Hann skoraði bæði málini í 2-2 javnleikinum ímóti Barrow. Samanlagt spældi hann 12 dystir fyri Leicester Fosse.

Í 1916 varð ein varði settur í svenskum landsliðsfótbólti, tá ið Svøríki púra óvæntað vann 4-0 (2-0) á Danmark í Stockholm tann 8. oktober framman fyri 20.000 áskoðarum. Málskjúttarnir í søguliga sigrinum vóru Carl Karlstrand, Karl Gustafsson, Ivar Svensson og Rune Bergström. Sigurin var kærkomin, tí Svøríki hevði heilt óvæntað tapt 2-3 fyri USA á heimavølli. Í dystinum ímóti Danmark hoyrdust fyrstu ferð lógvabrestir og herróp á áskoðaraplássunum. Brádliga tosaðu øll um fótbólt í Svøríki.

Saman við lagsbrøðrunum á landsliðnum, Ragnar Wicksell og Bertil Nordenskjöld, mannaði hann ein sterkan miðvøll og gjørdist svenskur meistari við Djurgårdens IF í 1917 og 1920.

Les eisini...  Fiskimannafelagið heldur landsfund í dag

Ein stuttlig søga er, at svenski OL-hópurin í Antwerpen í 1920 var so findarglaður um 9-0 sigurin í byrjanardystinum ímóti Grikkalandi, at teir stuttleikaðu sær alla náttina, hóast Svøríki skuldi møta Hollandi dagin eftir. Svenski landsliðsstjórin, “Fótbóltsherførarin” Anton Johanson (1877-1953), lovaði teimum svensku leikarunum, at hann skuldi tosa við dómaran um at fara so væl við blágula liðnum sum gjørligt. Trupulleikin var bara, at nú spældu hollendararnir í gulum og ikki í teimum vanligu appilsingulu blusunum og úrslitið varð tó ikki sum væntað. Svøríki tapti 4-5 fyri Hollandi og tapti síðani 0-2 fyri Spania.

Karl “Köping” Gustafsson førdi neyv hagtøl og sambært honum sjálvum spældi hann samanlagt 635 dystir, har hann vann 296 dystir, spældi 107 javnleikir og tapti 232 dystir. Hann skoraði samanlagt 483 mál. Besta tíðarskeiðið hevði hann í IFK Köping, har hann skoraði heili 207 mál í 93 dystum.

Hann umboðaði hesi feløgini: IFK Köping (1903-09), Västmanlands-Nerikes BK (1910), Köpings IS (1910-13), Leicester Fosse (nú Leicester City – 1913), Djurgårdens IF (1916-25), Köpings IS (1926-29), Hallstahammars SK (1929 og 1932) og IK Westmannia (1930-31 og 1933-35)

“Köping” Gustafsson var ein av teimum fyrstu, sum fekk Stora grabbars märke, tá hann varð útnevndur í 1926. Í 2003 fekk hann pláss í svenska Heiðursskálanum (Hall of Fame), har tað varð sagt í framløguni: “Köping” var okkara fyrsti fjøltáttaði leikari og fyrsti málskjúttin á svenska landsliðnum. Fótbóltslívsleiðin á svenska landsliðnum vardi fram til 1924.

Karl “Köping” Gustafsson andaðist 20. februar 1960.