Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fer undir ‘munagóð átøk’ fyri at koppseta men mælir frá tvingsli

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, sigur seg hava “tikið stig til at fara undir munagóð átøk fyri at fáa uppaftur fleiri foreldur at taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar til børn og ung.” Samstundis gevur hon ljóð fyri óró um fallandi undirtøku fyri koppsetingum, men mælir frá tvingsli í samanhanginum.

Í almennum skrivi undir heitinum “Vit eiga at koppseta børnini – tað skylda vit teimum” segði heilsumálaráðharrin at hon arbeiðir eftir einum málsetningi um “at vit um eitt ár hava rokkið markinum hjá WHO um undirtøku fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini.”

Víðari segði Margit Stórá: “Vit vita at koppseting bæði er tann virknasti hátturin at basa smittandi sjúkum og kann fyribyrgja summum sløgum av krabbameini. Koppsetingin verjir bæði tann sum hevur fingið koppseting, og hon verjir eisini onnur í samfelagnum – m.a. pinkubørn og onnur sum eru serliga viðbrekin fyri sjúkum.”

Síðan vísti landsstýriskvinnan til ónevndar sjúkur sum koppsetingar kunnu hava verið við til at basa. Seinni í tekstinum kom hon tó nærri inn á “meslingar, skáldkoppar og aðrar sonevndar barnasjúkur,” uttan tó at gera mun á klassiskum og nýmótans koppsetingum.

“Eftirsum undirtøkan fyri koppsetingum í okkara parti av heiminum hevur verið góð, hevur tað eydnast okkum at basa fleiri smittandi sjúkum, sum fyri ikki so nógvum árum síðani vóru sannar plágur. Nógvar av hesum sjúkum elvdu til at børn doyðu ella fingu álvarsligar avbjóðingar, sum tey máttu stríðast við restina av lívinum.”

“Tað er tí órógvandi at frætta,” legði hon afturat, “at undirtøkan fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini er fallin seinnu árini. Tá fleiri børn og ung ikki eru koppsett, hava vit ikki ta neyðugu verjuna í landinum móti smittandi og álvarsligum sjúkum, sum vit annars høvdu rokkið við okkara koppsetingarskipan.”

Les eisini...  Jóan Pauli fegnast um avrikið men harmast úrslitið - Steffan A. Løkin harmast um avrikið men fegnast um úrslitið

Margit Stórá upplýsti síðan at hon hevur havt fund við landslæknan, Heilsustýrið, Heilsutrygd, Apoteksverkið, kommunulækna og Gigni. “Endamálið var at tosa um munagóð tiltøk at seta í verk, fyri at økja um undirtøkuna fyri koppsetingunum.”

“Øll eru samd um at tað er týdningarmikið at foreldur fáa holla og dygdargóða heilsufakliga kunning um tilboðini um koppsetingar,” skoytti hon uppí. “Harafturat mugu tilboðini verða lætt atkomulig, so foreldur ómakaleyst kunnu fáa koppsett børnini hjá sær. Møguliga er ein av orsøkunum til fallandi undirtøkuna fyri koppsetingum vantandi kunning um tilboðini.”

“Tí er skjøtul settur á arbeiðið at gera eina skipan sum fer at kunna foreldrini um nær børnini kunnu fáa ymsu koppsetingarnar,” upplýsti landsstýriskvinnan. “Í næstum verður eisini farið undir at kanna hvørjar orsøkirnar eru til at summi foreldur ikki taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar.”

Víðari vísti hon til at floksmótstøðuføri hevur við sær at ein sjúka ikki fær møguleika fyri at breiða seg í samfelagnum, og at WHO hevur sett mørk fyri “hvussu nógv børn og ung í minsta lagi skulu verða koppsett fyri at kunna veita floksmótstøðuføri, sum verður rokkið tá nóg nógv í einum samfelag eru koppsett.”

“Málið er at vit fyri ársenda í 2025 hava rokkið málunum hjá WHO um undirtøku fyri koppsetingunum,” segði hon.

Samstundis mælti landsstýriskvinnan frá tvingsli innan koppsetingar.
“Tá talan er um koppsetingar, haldi eg at tað er týdningarmikið at hetta framvegis verður veitt sum eitt tilboð í heilsuverkinum. Eg taki tí ikki undir við teimum sum mæla til at seta serlig krøv og treytir, og á ein hátt tvinga fólk til at lata seg og børn síni koppseta. Tað eru søguliga sæð nógvar royndir á tí økinum runt umkring, sum ongantíð hava givið nøkur góð úrslit.”